Ein pólskur ríkisborgari er útvístur úr Danmark eftir at hava sligið forsætisráðharran við knýttum neva. Samstundis er hann dømdur fýra mánaðir í fongsul.
Dómurin fall í landsrættinum í Keypmannahavn fyri løtu síðani. 39 ára gamli maðurin er funnin sekur í harðskapi móti einum persóni í almennum starvi, tá hann 7. juni rakti Mette Frederiksen við knýttum neva á Kultorvet í Keypmannahavn.
Forsætisráðfrúan varð álopin, tá hon av tilvild møtti pólska manninum, sum var fullur og sum sambært vitnum segði okkurt ilsiga og óskiljandi í sambandi við hendingina.
Harumframt er maðurin dømdur fyri fýra ákærur um ósømiligan ágang. Í einum føri gropaði hann á eini 22 ára gamlari kvinnu á Nørreport Station, meðan hann í trimum øðrum førum vísti ungum kvinnum og gentum penis sín ymsastaðni.
Seinastu fimm árini hevur maðurin búð í Danmark. Hann hevur fingið 22 bøtur – serliga fyri stuldur, undan dagsins dómi við útvísing.
Verji hansara, advokaturin Henrik Karl Nielsen, helt ikki, at talan kundi vera um dóm fyri harðskap móti onkrum í almennari tænastu.
/ritzau/