Vit ætla at gjalda hvørjum sítt

Leiðslan í íslendska felagnum Ísbú í Reykjavík fer fyrsta dagin at fáa skil á tí, felagið skyldar føroyingum, sum hava havt samskifti við Ísbú í Oyndarfirði



Stjórin í Ísbú í Reykjavík, Jens Valdemarsson, sigur við Sosialin, at teir eru harmir um, at felagið skyldar fleiri føroyingum pengar. Men hetta ætla teir at fáa avgreitt fyrsta dagin, sigur hann.

Tað hendir ikki tað stóra á Ísbú Føroyum í løtuni, sigur Jens Valdemarsson.

Men um felagið Ísbú í Føroyum verður niðurlagt, vil hann ikki siga. Og Martin Hendriksson er framvegis stjóri í Ísbú í Føroyum, sigur Jens Valdemarsson.

Jens Valdemarsson váttar, at Ísbú skyldar einar 400.000 krónur í Føroyum og leggur dent á, at teir vilja fáa hetta avgreitt sum skjótast.

Annað virksemi, sum farið er fram, eitt nú nýtsla av framleiðaranummarinum hjá Vestsalmon, sigur hann seg einki kenna til.


Turkað toskarhøvd

Ísbú í Føroyum er felag, sum stovnað er í Føroyum við kr. 100.000 í eginpeningi.

Men 100.000 krónur er ov lítið til tað virksemið, sum ætlanin var at fara undir, sigur Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík.

Ein høvuðsframleiðsa í Føroyum, sum Ísbú ætlaði at fara undir, var at turka toskarhøvd til útflutnings.

Tað hava íslendingar gjørt í eini 20 ár, meðan tað er ókent í Føroyum. Men føroyingar hava rávøruna, og tí komu teir hendanvegin, sigur Jens Valdemarsson. Eisini liggja Føroyar heldur nærri marknaðinum, og tað taldi við.

Men ein slík framleiðsla krevur íløgur, og roknað varð við, at neyðugt fór at vera við eini íløgu upp á einar tvær milliónir.

Tann peningin hevði Ísbú ikki tøkan, sigur Jens Valdemarsson, og royndu teir tí at fáa lænt pengar í Føroyum. Men tað var so eiðasørt, at nakar trúði upp á teir, so úr Føroyum fekst eingin fígging. Og íslendskir peningastovnar vildu ikki fíggja virksemi í Føroyum. Men um teir ætlaðu at arbeiða í Íslandi, var alt í lagi.

Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, heldur, at føroyingar fara ov illa við hesum tilfeingi, sum toskarhøvdinni eru. Hann metir tað vera skeivt, at føroyingar at kalla rinda pengar fyri at blaka høvdini burtur. Hann metir tey vera betri farin sum manna- enn sum djóraføði.


Stjórin horvin

Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, sigur, at hóast Martin Hendriksson framvegis er stjóri á dótturfelagnum í Føroyum, veit leiðslan í Reykjavík ikki, hvar hann er staddur, annað enn, at hann er í Gøteborg í Svøríki.

Men Jens Valdemarsson sigur seg hava skilt, at Martin Hendriksson arbeiðir við einumhvørjum, hann ætlar at fara undir í Føroyum.

Og hetta skal ikki vera nakað nýtt heldur. Sum skilst hevur verið arbeitt við síðuna av virkseminum hjá Ísbú, samstundis, sum Ísbú hevur staðið fyri tí, sum ætlanin var, skuldi henda í Oyndarfirði.

Og Jens Valdemarsson tekur aftur íaftur, at tað er ikki við teirra vitan í Reykjavík, at Ísbú í Føroyum flytir út fisk við framleiðaranummarinum hjá øðrum virki.

Jens Valdemarsson, stjóri, heldur, at handan søgan við Vestsalmon ljóðar heilt burturvið. Hann hevur líkasum ongan hug at trúgva henni. Men hann fer nú at royna at fáa samband við Martin Hendriksson, stjóra í Ísbú í Føroyum fyri at hoyra hansara søgu.

Jens Valdemarsson heldur seg hava eitthvørt at tosa við hann um.


Ikki alt rætt

Ein kelda hevur vent sær til okkara við viðmerkingum til tað, sum sagt varð um, at Oyndarfjarðar Kommuna hevur fingið sínar pengar fyri leigu av fiskavirkinum.

Kelda okkara sigur, at tað er ikki heilt rætt, sum upplýst er. Kommunan hevur lagt hald á nakrar fiskakassar hjá Ísbú, sum nýggir kosta tað, felagið skyldar. Men Kommunan skal ikki gera sær vónir at fáa ta upphæddina fyri hesar gomlu kassarnar, sigur kelda okkara.