Í fjør innfluttu føroyingar 904 tons av neytakjøti til Føroya. Men samstundis vórðu 392 nýkálvaðir kálvar dripnir og burturbeindir
Tað upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrið, hevur spurt hann, hvussu nógv neytakjøt verður innflutt til Føroya, og hvussu nógv av føroysk neytunum verður brúkt til matna.
Høgni Hoydal sigur, at í fjør vórðu føroysk neyt dripin so at tað svaraði til á 96 tons av kjøti. Men tá ið vit samstundis innflyta 904 tons av útlendskum neytakjøti til Føroya, er tað føroyska kjøtið gott og væl 10 prosent av allari nýtsluni
Landsstýrismaðurin sigur, at í fjør vórðu samstundis 839 kálvar kálvaðir í Føroyum, men av teimum vórðu 392 av teimum dripnir beinanvegin. Hinir vórðu settir við, og her var talan um 385 kvígukálvar og 62 tarvskálvar.
Høgni Hoydal sigur, at hann hevur sett eina ætlan í verk fyri, hvussu Føroyar kunnu verða meira sjálvveitandi við dygdarvørum úr landbúnaðinum, eisini neytakjøti, og ein partur av tí er at gagnnýta tarvskálvarnar heldur enn at drepa teir, beint sum teir eru kálvaðir.
Í hesum sambandi er tað ein týdningarmikil fortreyt, hvussu jørðin verður brúkt, og hvussu nógv gras vit klára at útvega sjálvi
Annars eru 906 mjólkneyt í landinum nú og í fjør flettur vit 317 mjólkikýr og einar 38 tarvar, sigur hann.