Vit eiga at finna tann kvinnuliga vegin

- Konufólk eru sum heild ógvuliga varin og tá ið ein kvinna verður vald fer hon ikki glaðbeint út í Tinganes. Hjá mannfólki er øðrvísi. Tað er har eg haldi, at vit ikki eiga at apa okkum eftir monnum, tí tað er einki forgjørt í, at vit sum kvinnur vilja hava nakrar royndir, áðrenn vit bjóða okkum fram. Vit eiga at finna tann kvinnuliga vegin og tað er stig fyri stig, sigur Anita á Fríðriksmørk.

Javnstøðuhugsjónin varð ikki grundað og íbirt í 1968, men tað var sokallaða 68-ættarliðið, ið av álvara fór undir javnstøðustríðið. Tey vildu burtur úr tí tá stirvna og siðbundna samfelagnum og kravdu radikalar broytingar. Ein siðvenjubroyting, sum hevur við sær eina hugburðsbroyting tekur ættarlið, áðrenn hon nær sínum máli.

- Tað verður ofta sagt, at kvinnur og menn hava møguleika at søkja størv og at fara upp í politikk á jøvnum føti, men kvinnur halda seg ikki framat. At konufólk ræðast vald er kanska rætt. Eitt annað er, at tað tekur tíð. Ein orsøk til, at konufólk halda seg aftur er kanska, at vit identifisera vald við mansvald. Menn hava altíð sitið á valdi innan politikk, búskap, stovnar og kirkju, og tí síggja vit vald sum nakað kalt og kyniskt. Og tí vilja kvinnur halda seg burtur. Men tað at koma uppá á tindin hevur nakað við vald at gera.

- Vald er eitt vítt hugtak, sum spennur líka frá einaræði til umsorgan. Kvinnan eigur at hava umsorgan við sær uppá tindin. Tað at stjórna einum landi ella einum virki hevur nakað við umsorgan at gera, tí tað skal eisini verða stýrt við umsorgan, sigur Anita á Fríðriksmørk, sum varð vald inn á ting á løgtingsvalinum í vár.

- Tað er ikki nóg mikið at siga, at vit skulu velja kvinnur, tí tær eru kvinnur. Tá ið fólk hava valt meg inn á ting, vóni eg, at tað er tí, at tey meta meg hava førleika fyri tí. Við at velja eina kvinnu á ting kemur tann kvinnuligi hugburðurin eisini við. Tí er kvinnuligi hugburðurin ikki til staðar á tindinum, kemur ein ójavnvág í.


Hvør kennir sína vitjunartíð

Tað var í sjeytiárunum, at kvinnur fóru upp í politikk í Føroyum, men tað sum hevur eyðkent kvinnurnar í mun til menninar er, at tær halda fyrr upp at í politikki.

- Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at politikkur verður títt lívstarv. Eg trúgvi, at tað er ein góður eginleiki at kenna sína vitjunartíð. Tað er ikki vist, at tann besti politikarin situr alla sína tíð. Tí spurningurin er eisini, hvat er gott fyri teg sjálvan.

Hava mannfólk verri við at kenna sína vitjunartíð?

- Teir hava kanska verri við at kenna sína vitjunartíð enn kvinnur. Samstundis hava teir lættari við at traðka fram uttan at teir hava nakran serligan førleika. Konufólk skulu hava nógv størri førleika enn menn áðrenn tær traðka fram, og í so máta er sjálvsálitið hjá monnum nógv størri enn hjá konufólki. Teir grava ikki talentini niður, men tað gera konufólk. Mannfólk hava ótrúlig evni fyri at selja seg sjálvan og tað er natúrligt at teir brúka albogarnar at troka seg fram. Tað skal sigast fleiri ferðir við konufólk: torið og vísið, hvat tit duga, sigur Anita á Fríðriksmørk.

- Konufólk eru sum heild ógvuliga varin og tá ið ein kvinna verður vald fer hon ikki glaðbeint út í Tinganes. Hjá mannfólki er øðrvísi. Tað er har eg haldi, at vit ikki eiga at apa okkum eftir monnum, tí tað er einki forgjørt í, at vit sum kvinnur vilja hava nakrar royndir, áðrenn vit bjóða okkum fram. Vit eiga at finna tann kvinnuliga vegin og tað er stig fyri stig, sigur Anita á Fríðriksmørk.

- At konufólk verða kynsuttanveltaðar, tá ið tær koma til vald, soleiðis sum Barbro Sundback vísir á í blaðnum í gjár er kanska tí, at kvinnur hava ikki tradisjón fyri at hava vald og tí verður tað kanska eitt sindur fremmant, tá ið tær koma uppá tindin. Gro Harlem Brundtland er ein kvinnuligur valdsfigur, úteftir hevur hon víst ein kvinnuligan figur og er góð umboðan at tí økinum. Margareth Thacther hinvegin minnir meir um eitt mannfólk, hon hevur verið ótrúliga sterk og hevur torað øgiliga væl, men hon hevur ikki havt kvinnuligu eyðkennini við í sínum politikki.

Barbro Sundback sigur í blaðnum í gjár, at konufólk óbeinleiðis verða trýst út, tá ið tær koma til vald og at tær verða gjørdar ósjónligar.

- Politikkur er mangan ein køld verð og nærri tú kemur tindinum, kaldari verður tað. Konufólk hava kanska lættari við at bakka, tá ið tað verður kalt. Annars haldi eg ikki, at konufólk verða fryst úti í føroyskum politikki. At flokkarnir taka menninar meiri fram enn kvinnurnar, er kanska ótilvitað. Tey árini eg havi sitið í Tjóðveldisflokkinum havi eg ikki merkt, at kvinnurnar hava verið hildnar niðri, sigur Anita Fríðriksmørk.


Amboð

Aðaltankin við Javnstøðuráðstevnuni, sum hevur verið um vikuskiftið, er at fáa javnstøðu inn í gerandisdagin og inn í allar liðir í samfelagnum. Føroyska javnstøðulógin varð samtykt í 1994 eftir tógvið stríð í nógv ár í tinginum og í almenninginum.

- Vit fáa ikki javnstøðu inn í gerandisdagin fyrr enn hugburðurin er broyttur og menn og kvinnur hugsa javnstøðu natúrliga. Men eg haldi vit eru væl á veg. Tey ungu í dag eru heilt øðrvísi hesum viðvíkjandi enn tey tilkomnu. Og tað hevur nakað við siðvenjuna at gera. Javnstøða verður ofta gjørd til tað, at nú skulu konufólk yvirtaka mannfólkaarbeiði og øvugt, men tað hevur einki við javnstøðu at gera. Javnstøða er at útjavna mannfólkadominansin og at fáa eina javnvág á øllum økjum, sigur Anita á Fríðriksmørk.

- Javnstøðulógin er ein trygd fyri, at hugsunarhátturin er á rættari kós og at vit royna at fáa eina hugburðsbroyting í. Sjálv lógin fremur ikki javnstøðu, men hon er eitt amboð. Kynskvotering er somuleiðis eitt neyðugt amboð at fremja javnstøðu. Annars sleppa vit ikki burtur úr siðvenjuni, sum sigur, at tað bara eru menn sum klára seg.

- Vit hava ein javnstøðulóg og út frá henni eiga vit at arbeiða. Hinvegin mugu vit ansa eftir, at okkara samfelag ikki verður ov lóggivið. Javnstøða kemur spakuliga. Fjølmiðlarnir eiga eina stóra ábyrgd. Tað hevur øgiliga nógv at siga, hvussu fjølmiðlarnir mynda kynini. Hyggja vit at bløðunum yvir eitt lítið tíðarskeið eru nógv fleiri mannfólk á forsíðuni og í blaðnum sum heild enn konufólk. Tað eru líka nógvar kvinnur sum menn sum íðka ítrótt, men í bløðunum eru so at siga ongar myndir av konufólki, sigur Anita á Fríðriksmørk.


Tilvit á øllum økjum

Í vár høvdu norðurlendsku javnstøðunevndirnar fund í Føroyum, nú um vikuskiftið var norðurlendsk javnstøðuráðstevna og komandi ár verður útnorður kvinnuráðstevna. Javnstøðuspurningurin stendur tí á breddanum í Føroyum í hesum tíðum. Men hvørji stig kunnu vit taka í Føroyum, sum gera fólk meiri tilvitað um javnstøðu.

- Tað eigur at verða arbeitt á øllum økjum. Tað hevur stóran týdning, at leiðarar á stovnum og virkjum eru tilvitaðir um javnstøðu, tí tað eru teir, sum eiga at fáa hugburðin inn á arbeiðsplássið. Tað er lættari at fáa javnstøðu úr toppinum og niður enn øvugt.

- Vit síggja longu frá barnsbeini, hvussu kynsmynstrið er. Mamman tekur sær av barninum, á dagstovnunum eru flestu starvsfólkini konufólk og í skúlunum eru flestu lærararnir somuleiðis konufólk. Og tað koma vit at síggja so leingi konufólk taka sær av umsorgan og mannfólk av øðrum. Tað er bara tíðin, sum kann broyta hesa gongdina, tí javnstøða kemur ikki frá degi til dags. Javnstøða er flættað inn í eina siðvenju og siðvenja verður broytt gjøgnum ættarlið. Tí eiga vit ikki at missa mótið, sigur Anita á Fríðriksmørk.

- Hetta er næsta ættarliðið eftir 68-ættarliðið av konufólki, sum gjørdi bart ímóti mansdominansinum. Hvør orsøkin er til, at færri kvinnur eru á tingi nú í mun til undanfarna valskeið, veit eg ikki. Nú búskapurin er vorðin betri, er tað kanska meiri áhugavert hjá mannfólki at sleppa framat. Menn hava ikki somu albogar at koma framat, tá ið tað stendur illa til. So tað er í grundini rættiliga spell, at konufólk ikki fingu eitt herðaklapp fyri at stíga fram, tá ið so illa stóð til búskaparliga.


Javnstøða og sjálvstýri

Í blaðnum í gjár førdi Barbro Sundback, álendskur tinglimur fram, at serliga konufólk eru í vanda í føroyska samfelagnum, tá ið vit tosa um fullveldi. Vandin liggur í, at konufólk hava ikki somu lógartryggjað rættindi, sum kvinnur í hinum norðurlondunum og tí verða verri fyri, um vælferðarsamfelagið verður fyri afturstigi.

- Kvinnur eru ikki verri fyri í einum fullveldi enn í einum ríkisfelagskapi. Ríkisfelagskapurin er ikki nøkur borgan fyri vælferð. Javnstøða hevur einki við ríkisfelagskap og fullveldi at gera, og ræðumyndir um, at fullveldið vil tileinkisgera vælferðina er tvætl.

- Tað sum ofta vísir seg, tá ið eitt land kemur í kreppu, er at kvinnan verður við sviðusoð. Men at blanda fullveldisspurningin í kjakið er ógrundað. Tað er heldur í stríðnum millum høgra-vinstra, at javnstøðan spælir inn, tí tað vilja altíð vera høgravendar kreftir sum siga, at javnstøða er nakað tvætl. Javnstøða hevur sterkari røtur í vinstravonginum, sigur Anita á Fríðriksmørk at enda í viðtali.