Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Eg haldi nýggjár sum vanligt saman við konu, børnum og verbørnum hjá verfamilju míni. Á matskránni stendur fast: Ræst kjøt og súpan!
Tað sigur Bergur Debes Joensen.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- At síggja heilsustarvsfólk fyrimyndarliga og við dirvi standa fram fyri tey veiku vegna covid-19.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- At síggja ovurfylt sjúkrahús í summum av heimsins londum, har tað stóð á at bjóða hjálp.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- At vit fara at takka meira - fyrst og fremst okkara skapara og frelsara, Jesusi Kristi, ið gav sítt lív fyri, at vit við trúnni á hann kunnu fáa fyrigeving, hjálp og ævigt lív.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg gevi einki nýggjárslyfti, men eg havi støðugt eitt mál: At eg við Guds hjálp kann gerast ein betri útgáva av mær sjálvum, sigur Bergur Debes Joensen.