- Vit eru errin av okkara kappróðri

Higartil í ár hevur eingin bátur hjá Miðvágs Róðrarfelag fingið heiðursmerki, men Frúgvin hevur verið nær við - og kanska verður tað í dag.

 

 

Miðvágs Róðrarfelag er eitt av stóru kappróðrarfeløgunum í Føroyum, og felagið hevur seinastu árini verið væl umboðað við manningum. Hetta eru tey, sum standa aftan fyri felagið í Miðvági, bæði fegin um og errin av. Síðan seinastu vestanstevnu í Miðvági hevur felagið fingið eitt nýtt 5-mannafar aftrat, sum við einari navnakapping fekk navnið, Rókurin.

Í Miðvágs Róðrarfelag vísa tey á, at róðrarmanningarnar vóru væl í gongd við fyrireikingarnar til kappróðurin 2020, tá alt steðgaði upp. - Leingi sá út til, at eingin kappróður fór at verða í ár, men so varð farið so smátt í gongd við at venja, og hin 27. apríl varð Riddarin, sum fyrsti bátur hjá felagnum, flotaður.

Miðvágs Róðrarfelag hevur í ár luttikið við nøkrum manningum.

- Vit hava luttikið í barnaróðri, gentur og dreingir, 5-mannafør, gentur og 6-mannafør, menn. Eingin bátur hevur í ár fingið heiðursmerki, men Frúgvin hevur verið nær við. Hon hevur verið nummar fýra á fýra stevnum. So, vónandi fer tað at eydnast á vestanstevnu í dag, siga tey í Miðvágs Róðrarfelag, sum bjóða øllum vælkomnum til kappróður í Miðvági.