Klaksvík:
"Hans Eiler Hammer, góðan dag!"
" Góðan dagin, Hans Eiler, hetta er Sosialurin. Eg ringi fyri at spyrja teg, hvørjar ætlanir tú hevur, nú tú fert til Noregs í eitt ár."
Ein púra vanligur inngangur til eina samrøðu millum blað og fólk. Men tó ikki. Tí aftursvarið til handan spurningin er ein látur merktur av einum og hvørjum, sum tó ikki ber til at seta orð á. Men so við og við kemur prestur fyri seg og svarar, at tað hevur hann ongar ætlanir um og spyr, hvussu hetta er komið fram.
Eftir eina samrøðu, har hann greiðir frá, at hvørki hann ella familja hansara hava ætlanir um at flyta, endar hann við at siga, at hatta man vera enn ein íspunnin søga og biður farvæl.
Dagin eftir ringir Hans Eiler aftur og spyr, um ein grein um slatur og sleyg hevði verið áhugaverd. Tí tað er nakað, sum hansara familja líður nógv undir. Og hann vil fegin siga frá teirra søgu.
Drepandi mannaeitur
Hans Eiler Hammer skrivaði undir prestaskjalið tann 11. juni í 1998. Eitt lyfti, sum hann gongur inn fyri við lív og sál.
Prestur greiðir frá, at slaturin byrjaði sum nakað heilt ósekt, og tey flentu bara at tí. Men í dag, umleið trý ár eftir, at hann fyri fyrstu ferð gjørdist varðugur við slaturin, er tað vorðið honum ovboðið, tí nú er tað sambært honum stutt sagt drepandi mannaeitur, sum onki hald hevur í veruleikanum.
- Tað byrjaði sum sagt við smáum ósekum søgum, sum vit kundu flenna at. Til dømis kundi kona mín so at siga ikki fara til lækna einsamøll, uttan at hon seinni varð spurd, nær hon skuldi eiga, sigur prestur flennandi. Og so sigur hann, at hetta ikki var fyrstu ferð, at hann er vorðin spurdur, um/nær hann fer úr starvinum í Klaksvík.
- So at siga hvørja ferð eitt prestastarv hevur verið lýst leyst, hava fólk spurt meg, nær eg fari, tí tey hava frætt, at eg havi søkt, sigur hann og ristir við høvdinum.
Hans Eiler sigur, at hann hevur tað gott í sínum starvi í Klaksvík, og at hann hevur ongar ætlanir um at flyta. Men hann heldur í dag, at tað kann tykjast, sum um at fólk vilja hava hann at flyta við at ganga runt og slatra so illa.
Sundurlisin tríggjar ferðir
Hesum slatri helt Hans Eiler seg kunna liva við, og tey royndu bara at flenna at tí og siga teimum, ið spurdu, at tað ikki passaði. Men skjótt skuldi Hans Eiler finna út av, at tað varð nógv verri enn so.
Hann og konan fingu fjórða barnið í desember 2000. Í januar 2001 fór hon til Noregs og hevði tað yngsta og næstyngsta barnið við sær.
Ein morgunin tá Hans Eiler fer í barnagarðin við tí eina barninum, verður hann spurdur bart út av einum fólki, um hann og konan skuldu skiljast, ella um tey longu vóru tað.
- Tá hugsaði eg, hvat er hetta fyri nakað, sigur Hans Eiler. Hann greiddi so frá, at konan var farin heim til Noregs til sína familju at vitja og fór at koma aftur í februar ella mars.
Aðru ferð hann varð spurdur um tað sama, var tá hann skuldi tala til eitt møti í einari samkomu. Beint áðrenn hann skuldi fara upp á talarastólin kom ein persónur til hansara og segði seg ikki skilja, at samkoman legði navn til, at ein prestur, sum lá í hjúnarskilnaði skuldi tala. Aftur noyddist hann at avsanna hesa søguna, og síðani fór hann upp á talarastólin.
Og sum skilst á Hans Eileri, so eru tað mong fólk, sum halda, at hann og kona hansara skulu skiljast nú, tí Hans Eiler skal hava funnið sær eina aðra.
- So tað vil siga, at um allar søgurnar høvdu passað, so høvdu Linda og eg verið skild fyri triðju ferð nú, sigur hann.
Tøtt vinarbond
Hans Eiler og familja hansara hava eitt tætt vinarband knýtt til eina ávísa familju í býnum, og eisini arbeiðir hann saman við konuni í hesari familjuni. Hetta vinarband hava tey hildið fast við, hóast tað verður tosað nógv um tað millum fólk.
Hans Eiler greiðir frá einum dømi, sum hann minnist sera væl. Hann hevði verið á Húsum og havt konfirmatión. Vanligt er á Húsum, at konfirmantarnir fara til altars dagin eftir konfirmatiónina, og so plagar prestur onkuntíð at yvirnátta har. Men av tí at hetta var á føðingardegnum hjá sjálvum presti, og tí hann fekk ein bát yvir til Klaksvíka, gjørdi hann av at fara til hús fyri at halda dagin saman við familjuni.
Kona hansara avheintaði hann við ferjuleguna, og tey bæði fóru so ein lítlan biltúr, áðrenn tey fóru heim. Tey koydu millum annað niðan til brunnarnar á Háfjalli. (Um ein koyrir longur niðan eftir hesum vegnum, er tað tann sokallaða "Ástarbreytin" í Klaksvík, blaðkv.)
Seinni í vikuni hoyrir hann, at hann og tann, sum hann arbeiðir saman við í ráðgevingum, skulu hava verið biltúr niðan á Ástarbreytina.
- Eg fái stutt sagt ikki vent mær fyri øllum hesum søgunum, sigur prestur og flennir.
Men hann harmast um, at hansara familja ikki kann hava eitt tætt vinarband við eina aðra familju, uttan at tað skal verða lagt meira í tað, enn gott er.
Ovboðið
Og nú hevur hann fingið nokk.
- Eg havi breiðan rygg, og eg kann saktans halda høvdið kalt, men eg havi eina familju at hugsa um, sigur prestur, og hann leggur afturat, at tað er komið fyri, at børnini eru komin aftur úr skúlanum og hava kedd spurt, um tey skulu skiljast.
Tað er somuleiðis komið fyri tvær ferðir, meðan hann hevur havt konfirmantar gangandi til prest, at hann er spurdur av konfirmantunum eisini.
- Og so kann eg bara koma til ta niðurstøðuna, at tað verður tosað um okkum inni í heimunum í býnum, sigur hann harmur á málinum.
Hans Eiler greiðir frá fleiri øðrum dømum uppá, at slaturin gongur. Hann sigur, at tá hann merkti, at tað eisini varð komið inn um dyrnar hjá samkomunum, tá gjørdist hann veruliga greiður yvir, hvussu umfatandi tað í veruleikanum er.
- Men hvat fái eg gjørt við hetta, spyr Hans Eiler, sum kennir hetta næstan sum eina "hetz" í móti sær og familjuni. Hann hevur fleiri ferðir hugsað um, at hetta kanska verður gjørt í eini roynd at styggja hann burtur. Tí tað er ongin loyna, at Hans Eiler hevur verið í brennideplinum fleiri ferðir, tá tað snýr seg um ymisk stríð, sum hava verið í Christianskirkjuni seinnu árini.
- Eg havi roynt at røkt mítt starv so væl, sum eg kann og eftir míni bestu sannføring roynt at tænt Gudi. Sjálvandi kann tað vera, at eg við mínum prædikum ella á annan hátt havi traðkað onkran á tærnar, men hví hendan drepandi slaturin fyri tað, sum ikki bara eg men øll míni líða undir - og onnur við, sigur prestur undrandi. Og so leggur hann afturat, at um talan er um eina roynd at fáa hann úr Klaksvík, so verður arbeitt dúgliga til fánýtist.
- Eg havi ongar ætlanir at fara úr mínum starvi her. Og so longi sum Gud gevur mær náði til at virka her á staðnum, vil eg verða trúgvur móti honum og kalli hansara, sigur hann. Og tað sama segði hann í eini persónligari heilsan og áheitan á kirkjuliðið áðrenn prædikuna í Christianskirkjuni sunnumorgunin.
Sannleikin einasti møguleikin
- Eg fái ikki gjørt so nógv við hesar søgurnar, sum ganga allatíðina, men eg má royna at verja mína familju, eins og eg altíð vil verja tær farmiljur, sum koma út fyri slíkum. Eg geri hetta ikki fyri at verja meg sjálvan. Eg royndi at koma hesum slatrinum til lívs við míni prædiku á norðoyastevnu, men hon varð uppfatað heldur sum eina roynd at verja meg sjálvan. Og ikki tað at siga - slaturin helt so avgjørt ikki uppat.
- Einasti møguleikin hjá mær, sum eg dugi at síggja tað nú, er at nýta teir báðar miðlarnar, sum eg havi. Prædikustólin í kirkjuni og so fjølmiðlarnar, har eg tó ikki kann annað enn bert siga satt.
Tað lyftið, sum eg gav fyri fimm árum síðani, er mær so týdningarmikið, at um tann dagurin nakrantíð upprann, har eg livdi bæði í ótrúskapi og hjúnarskilnaði, so hevði eg ikki verið prestur meira. Tí tað hevði eg ikki havt samvitsku til, sigur Hans Eiler Hammer.
Og til júst tað dømið, sum hann nevndi sjálvur við biltúrinum, so er hann sannførdur um, at um hann og hon, sum hann starvast saman við, tá hann ráðgevur kynsliga misnýttum menniskjum høvdu farið ein biltúr niðan á Ástarbreytina, so var tað sjálvmorð fyri hansara viðkomandi við øllum søgunum, sum ganga.
- Eitt annað, sum slaturin eisini førir við sær, er, at ein fer at síggja "spøkilsir". Tað vil siga, at ein heldur allatíðina, at tað verður tosað um ein. Men nú eri eg konfronteraður so ofta við søgum, sum eru tað bera íspunni, at eg kann ei longur tiga.
Hans Eiler vil við hesum fáa sett orð á hesar trupulleikar, sum eru um at gerast ov stórir fyri hann og hansara familju. Men hann ásannar samstundis, at hetta kann fara at verða sum at kasta bensin á bálið.
- Nú haldi eg, at eg havi gjørt mítt við at greiða frá. Tað, sum eg havi sagt, er satt, og so mugu fólk um, hvat tey halda. Men mítt ynski skal verða, at tey muga fara at hugsa seg betur um, áðrenn tey tosa næstuferð, sigur Hans Eiler Hammer, prestur, at enda.