Vit fáa fleiri túsund krónur ov lítið í løn

Semjan, sum varð gjørd fríggjadagin, hevur onki við okkum at gera

– Vit eru í samráðingum, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat úrslit spyrst burtur úr.

 

Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Fríggjadagin skrivaðu Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið undir ein nýggjan sáttmála, sum gevur teimum eina lønarhækking upp á 695 krónur um mánaðin tann fyrsta oktober í ár og aftur eina lønarhækking upp á 754 krónur um mánaðin tann fyrsta oktober næsta ár. Harumframt eru eisini aðrar broytingar í sáttmálanum.

 

Og tað plagar at vera so, at tá ið tað fyrsta fakfelagið ger semju, verður tað linjan og so kunnu øll hini feløgini, at kalla, spara sær at samráðast, tí tær fáa bara tað somu lønarhækkingina.

 

Tað eru fleiri fakfeløg sum í hesum døgum samráðast við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála, tí teir gingu út tann fyrsta oktober, men eru so í gildi til nýggir sáttmálar eru gjørdur, ella samráðingarnar slitna og arbeiðið verður niðurlagt.

 

Og eitt av teimum stóru feløgunum sum er til samráðingar í hesum døgum, er Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Og Óluva í Gong sigur, at partarnir hava handað hvørjum øðrum krøvini, tey vilja hava gingin á møti í tí nýggja sáttmálanum. Og týsdagin byrja so samráðingarnar av álvara.

 

Men Óluva í Gong vil ikki vita av, at sáttmálin, sum er gjørdur við Starvsmannafelagið, eisini skal verða grundarlag undir einum sáttmála fyri sjúkrarøktarfrøðingar.

 

– Starvsmannafelagið hevur havt sínar samráðingar, og vit hava okkara, leggur hon dent á. Vit hava handað Fíggjarmálaráðnum okkara krøv, og eg gangið út frá, at tað eru tey, vit samráðast um.

 

Í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava tey leingi víst á, at lønarlagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum er alt ov lágt, og tað minnir Óluva í Gong enn einaferð á.

 

– Vit fáa fleiri túsund krónur minni í løn um mánaðin enn aðrir starvsbólkar fáa við eini útbúgving, sum kann samanberast við okkara, sigur hon.

 

Hon vísir á, at sjúkrarøktarfrøðingar hava eina universitetsútbúgving á bachelorstigi, og aðrir starvsbólkar í Føroyum við bachelorútbúgving, fáa einar 5000 – 10000 krónur meiri í løn um mánaðin enn sjúkrarøktarfrøðingar fáa.

 

– Eisini lærarar hava ein løn, ið er nógvur túsund krónur meiri um mánaðin, ikki minst tá ið hugsað verður um, hvussu nógvar frídagar lærarar hava, sum onnur ikki hava, sigur Óluva í Gong.

 

Óluva í Gong sigur, at byrjanarlønin hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi er einar 24.000 krónur um mánaðin og tað er ein av fremstu uppgávum hjá felagnum at bøta um tann ójavnan, sum er ímillum sjúkrarøktarfrøðingar og aðrar starvsbólkar við samanberiligum útbúgvingum.

 

– Tað er okkara heilt greiða sjónarmið, at vit eiga at fáa eina lønarhækking, so at okkara løn kann samanberast við lønina hjá øðrum starvsbólkum við útbúgvingum á sama stigi, sigur hon.

 

Hon vísir á, at sum gongdin er nú, er vandi fyri, at tað verður trot á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum, tí heilsuverkið í Føroyum er eisini í kapping við heilsuverkini í londunum rundan um okkum um sjúkrarøktarfrøåingarnar, og har er lønin somuleiðis nógv hægri enn í Føroyum. 

 

Óluva í Gong heldur sum heild, at tað er ein vanligur hugburður í Føroyum, at størv, sum vanliga verða nevnd kvinnustørv, eru nógv verri lønt enn onnur størv, og tað eru sjúkrarøktarfrøðingar besta dømið um, sigur hon. Og hon sigur, at tað er ein hugburður, sum krevur at verða broyttur.