Vit fáa neyvan 1 - 1,5 milliard í endurgjaldi

­ Kvørnin hjá Gudi melur seint. Men hon melur og nú fingu føroyskir politikarar uppreisn sigur Johan K. Joensen

­ Eg veit ikki, hvussu stórt endurgjald føroyingar eiga at fáa. Men eg haldi kortini, at 1-1,5 milliard ljóðar ov høgt.

Johan K. Joensen, fyrrverandi sparikassastjóri, fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum í 18 ár og fyrrverandi nevndarlimur í fíggingargrunninum, heldur, at tað verður eitt sera fløkt og torgreitt roknistykki at finna fram til tað rætta endurgjaldið til føroyingar fyri bankabjarginina

Tí vil hann heldur ikki leggja seg á nakra ávísa upphædd fyri ikki at órógva tað arbeiðið, sum nú fer fram í hesum sambandi, tí hetta verður ein spurningur, sum samráðast skal um.

Men hann viðgongur kortini, at hann heldur at tað talið sum hevur verið nevnt, nevniliga eitt endurgjald uppá 1-1,5 milliard, ljóðar nakað høgt.

­ Eg havi onki ringt at siga um Lise Lyck. Men tað skerst ikki burtur, at hon er sera vinarliga sinnað ímóti føroyingum og vil okkum alt tað besta. Og tí haldi eg, at hon hevur hug at skjóta nakað høgt. Nei, 1 -1,5 milliard trúgvi eg ikki rættiliga uppá, sigur Johan K. Joensen.

Hann sigur, at tað er eitt sera fløkt roknistykki at finna fram til eitt endurgjald.

­Ikki minst kann tað gera roknistykkið trupult, at hóast Den Danske Bank átti meirilutan av partabrøvunum, áttu føroyingar altso eini 40% av Føroya Banka.

­ Bankin er heldur ikki virðisleysur, minni enn so.

­Eg kenni sjálvandi ikki smálutirnar, men eg giti mær til, at av tí at grivið varð so djúpt og so nógv varð sett av ímóti tapi, sum tað bleiv, er bankin meiri verdur, enn tað, sum stendur bókað.

­ Bara á roknskapinum haldi eg, at hann er verdur einar 800 milliónir.

­ Men ivaleyst er hann meriri verdur enn so av tí, at so nógv er sett av ímóti tapi, tí bankin missir alt, hann hevur sett av og tí skulu summar avsetingar førast aftur

Og alt skal takast við, táið eitt endurgjald verður roknað út.

Johan K. Joensen sigur ,at mangan hevur verið illneitast inn á fíggjareftirlitið, at teir settu virðini á øllum húsum niður á botn.

­ Vit vóru í eini sera djúpari kreppu. Og tað ber ikki til at leggja støðið eftir, hvussu tað er, táið ringast stóð til. Tí tá kann tað bara ganga ein veg.

­ Men síðani havi eg hugsað nógv um, hví teir bóru seg soleiðis at. Og eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað var fyri at skera so djúpt, at bankin skuldi verða bjargaður í einum.

­ Tí tað vísir seg nevniliga, at oftast fara bankar tvær ferðir, táið teir fyrst fara, tí tað, sum verður gjørt í fyrstu syftu, er ikki nóg mikið.

­ Eg haldi, at fíggjareftirlitið gjørdi tað fyri at tryggja gjaldførðið hjá bankanum og fyri at tryggja álitið á bankan.

­ Tí, jú lægri virðini blivu sett, tess størri avskrivingar kravdust og tess meiri mátti staturin útvega av pengum.

­ Men av tí, at so nógv varð sett av, bleiv ein stórur yvirskots-gjaldførið, og tí varð bankin nokk so sterkur at standa ímóti, sum fólk skuldu fari at tikið pengar úr bankanum í stóran mun.

­ So eg haldi, at avgerðin hjá fíggjareftirlitinum varð væl gjøgnumhugsað, og kann forsvarast sigur Johan K, Joensen.


Kvørnin hjá Gudi melur seint

Annars heldur hann, at vit eru komin bara væl burturúr kanningina.

­ Føroyskir politikarar hava fingið uppreisn fyri sínar avgerðir.

­ Norðmenn hava eitt orðatak sum sigur, at kvørnin hjá Gudi melur seint.

­ Tvs, at um enn tað kann ganga long tíð, vinnur rættvísi- at enda.

­ Og tað vísur seg eisini, at nú er tað nógv verri fyri Den Danske bank, at teir royndu at lumpa okkum tá.

Hann sigur, at føroyskir politikarar arbeiddu undir sera hørðum trýsti har ið allar pílar vendu niðureftir og gingu skjótt.

­ Ongin visti, hvat danir fóru at gera, tóku vit ikki av tí, teir søgdu og tað er væl skiljandi, at okkara politikarar ikki tordu at taka ábyrgdina av at bankarnir fóru um koll.

­ Tí skal samfelagið ganga, er tað alt umráðandi, at fíggingarstovnarnir virka. ­ Gera teir ikki tað taka teir alt annað við sær í fallinum.

Johan K. Joensen sigur, at fyri peningastovnarnar er tað alt avgerandi, at fólk hava álit á bankunum. Hava tey ikki tað, flyta tey pengarnar. Og tað hevði verið at oyðilagt okkum sjálvi.

­ Tí var onki at gera hjá okkara politikarum, uttan at makka rætt. Og tað ráddu bara um at halda tørn um bankakervið.