Vit fara at halda í oyruni á teimum

Fleiri fakfeløg hava góðar vónir til nýggju samgonguna

- Vit fara at fylgja væl við tí, sum hendan samgongan ger.

 

Tað lyftið geva fleiri fakfeløg, samgonguni.

 

Á fólkafundi í Havn um vikuskiftið, tosaðu nøkur fakfeløg, sum hava limir á almenna arbeiðsmarknaðinum, eitt sindur um, hvørjar vónir tey hava til nýggju CEF samgonguna.

 

Tey vísa á, at fleiri viðurskifti, tey hava ført fram, eru við í nýggja samgonguskjalinum.

 

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum sigur, at fakfeløg hava tosað nógv um eina nýggja eftirlønarskipan, tey hava tosað nógv um sálarliga arbeiðsumhvørvið og tey hava tosað nógv um eina rættvísari skattaskipan.

 

- Fleiri viðurskifti, vit hava varpað ljós á, síggjast aftur í samgonguskjalinum. Men tað er okkara skylda at fylgja tí upp, og at halda í oyruni á samgonguni, so at hon heldur tað, hon hevur lovað, sigur hon.

 

Men hon harmast um, at tað ikki er nevnt í samgonguskjalinum, at eftirløn skal leggjast oman á gjaldið úr barsilsskipanini og ALS.

 

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, heldur kortini, at nógvar orðingar í samgonguskjaklinum eru ov leysar til at hava eina ávísa meining. - - Men tað er gleðiligt, at okkara boðskapur er hoyrdur, men fyribils kunnu vit ikki gera annað enn at flygja væl við gongdini, heldur hon.

 

Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, fegnast serliga um, at samgongan ætlar at styrkja Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin.

 

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagiogfelagnum, sigur, at fakfeløgini eru bjartstygdari nú, enn tey vóru fyri løgtingsvalið. Hann heftir seg serliga við, at samgongan er sinnað at taka upp samráðingar við fakfeløgini um arbeiðsmarknaðarviðurskifti.

 

Hinvegin eru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðin ikki fegin um ætlanina í samgonguskjalinum um at útveita almennar tænastur til privat at røkja.

 

- Tá ið almennar tænastur verða útveittar fylgja sáttmálarnir ikki við, og tí lækkar lønin, sum frálíður. Selma Ellingsgaard sigur, at tá ið tænastur verða útveittar, missa starvsfólk rættindi, tí tá eru tey ikki vard av fyristingarlógini í sambandi við uppsagnir o.s.fr.

 

Og Óluva í Gong sigur, at aðrastaðni eru royndirnar av at útveita almennar tænastur, vanlukkuligar, tí sjáldan verða krøv sett til tænastuna, tá ið hon er útveitt og sostatt hevur tænastustigið lyndi til at lækka.