Sodavatn
Viðhvørt hendir tað, sum tú ikki rættiliga roknar við; at kappingarneytar á ymiskum økjum keypa hvønn annan ? ella partar av hvørjum øðrum.
Ikki so sjáldan hava bryggjaríini, Restorff?s Bryggjarí í Havn og Føroya Bjór í Klaksvík, verið í hornatøkum í fjølmiðlunum um ymisk viðurskifti av felags áhuga.
Men síðsta fríggjadag hendi so tað, at Restorff?s Bryggjarí avgjørdi at selja Føroya Bjór øll rættindi síni til framleiðslu av teimum sløgum av sodavatni, sum bryggjarríið í Havn hevur.
- Vit vórðu uppringdir av Restorff?s Bryggjaríi, sum segði, at teir 1. apríl í ár fóru at gevast við at bryggja sodavatn, tí hetta loysir seg ikki hjá teimum. Teir spurdu, um vit høvdu áhuga fyri merkjunum hjá teimum. Eg segði, at eg kortini fór til Havnar seinnapartin fríggjadagin. Vit høvdu ein fund við Restorff?s Bryggjarí um málið henda seinnapartin og avgjørdu at keypa rættindini til tey sløg av sodavatni, sum felagið hevur.
Soleiðis greiðir stjórin á Føroya Bjór, Einar Waag, frá gongdini í hesum máli.
- Vit hava soleiðis keypt rættindini at tappa tey sløg av sodavatni hjá Restorff?s Bryggjaríi, sum vit halda, at potentialið er í.
Sisu úr Klaksvík
Einar Waag sigur, at høvuðsmerkið hjá Restorff?s Bryggjaríi er Sisu, og hann sigur, at hetta merkið fer Føroya Bjór í hvussu er at framleiða.
- Vit fara eisini at hyggja eftir, um tað kanska loysir seg hjá okkum at framleiða eitt ella tvey onnur sløg av sodavatni, sum Restorff?s Bryggjarí hevur havt.
Stjórin sigur, at enn hava tey á Føroya Bjór ikki gjørt sær nakrar niðurstøður um, hvørji onnur sløg av sodavatni kundu verið áhugaverd, men hann nevnir eitt nú Peru-sodavatnið, sum kanska eisini hevur eitt potentialið.
- Vit fara so ikki at framleiða reyða og grøna slagið, sum Restorff?s Bryggjarí hevur havt, tí hesi sløgini hava vit frammanundan, sigur hann.
Einar Waag sigur, at tað nýtist ikki at taka langa tíð hjá Føroya Bjór at fáa nøkur av teimum sodavatnssløgum, sum tey nú hava keypt frá Restorff?s Bryggjaríi, út á marknaðin.
- Hetta kann gerast heilt skjótt, sigur hann.
Helmingurin sodavatn
Spurdur, hvussu stórur partur av samlaðu framleiðsluni hjá Føroya Bjór, sodavatnið er, sigur stjórin:
- Eg vil meta, at sølan av sodavatni er umleið ein helmingur av samlaða umsetninginum hjá okkum.
Einar Waag vísir á, at tað slagið av sodavatni hjá Føroya Bjór, sum selir nógv best, er Jolly ? hálvur litur og hálvur annar litur.
- Parturin av sodavatni í glasfløskum er lutfalsliga lítil í dag, kanska eini 10%, men her er tað aftur Jolly-glasfløskan, sum selir best.
Føroya Bjór hevur ikki somu áskoðan um lønsemi í framleiðsluni av sodavatni sum Restorff?s Bryggjarí hevur.
- Vit halda avgjørt, at hetta er ein framleiðsla sum loysir seg, sigur Einar Waag, stjóri, at enda.
Á Føroya Bjór í Klaksvík og kring landið annars eru eini 40 ársverk tilsamans.