Vit gera tær íløgur sum vit hava hug til

? Íløgukarmurin, sum kommunurnar og landsstýrið eru komin ásamt um, er ikki galdandi fyri okkum, og vit ætla at gera tær íløgur, sum tað passar okkum, sigur bygdarráðsformaðurin í Hósvík

? Vit fara at gera sum vit vilja. Tí tað skal onki landsstýrið fortelja okkum, hvussu nógvar íløgur, vit skulu gera í okkara kommunu.

Tað kann skjótt koma til samanbrest ímillum Føroya landsstýrið og Hósvíkar Kommuna.

Tí Hósvíkingar kenna seg ikki bundnar av avtaluni ímillum landsstýrið og kommunurnar um tær kommunalu íløgurnar árunum framyvir.

Ein partur av arbeiðnum hjá landsstýrinum at fáa tamarhald á føroyska búskapinum, hevur verið at tálma tær kommunalu íløgurnar, einsvæl og íløgurnar hjá landskassanum sjálvum.

Tí er avtalað gjørd við Kommunurnar um, at tær kommunalu íløgurnar skulu ikki vera hægri enn íløgurnar hjá landsstýrinum.

Kommunurnr skulu so býta íløgurnar sínamillum og næsta ár eru tær býttar eftir fólkatalinum.


Óbindandi fyri Hósvík

Men ?denne lov gælder ikke for Hósvík?, heldur bygdarráðsformaðurin í Hósvík, Jógvan Mørkøre.

Tí hann sigur, at avtalan sum er gjørd um íløgurnar er ikki bindandi fyri Hósvík.

Í sambandi við íløgurnar, hevur landsstýrið samráðst við Býarfelag og Kommunufelagið um, hvussu stórar íløgurnar hjá kommununum skulu vera.

?Men Hósvíkar Kommuna er limur í hvørgum felagnum og vit hava tískil heldur ikki verið uppi í hesum samráðingunum, hvørki so ella so.

? Og mær vitandi skulu altíð tveir partar til at gera eina avtalu.

? So tá ið vit ikki hava verið uppi í samráðingunum, kann avtalan heldur ikki vera galdandi fyri okkum, sigur Jógvan Mørkøre.

Hann sigur, at í Hósvík fara tey sostatt framvegis at gera sum tey vilja og, sum ey hava ráð til.

Sostatt fara tey í Hósvík ikki at geva seg innundir ein íløgukarm, sum Landsstýrið, Býarfelagið og kommunufelagið hava gjørt, uttan at spyrja hósvíkingar eftir.

Hann sigur, at hósvíkingar fara tískil framhaldandi at arbeiða eftir somu grundreglum, sum teir altíð hava arbeitt eftir.

? Tað vil siga, at vit fara at hyggja eftir fíggjarligu orkuni hjá kommununi og teimum fíggjarligu útlitunum og so gera leggja vit fíggjarpolitikkin eftir tí.

? Vit hava ongantíð brúkt meiri enn vit hava havt ráð til og vit hava goldið rentur og avdrátt hvørt einasta ár.

? Og fáa vit hug til at brúka av pengunum, vit eiga á bók til ymsar íløgur, sum eru neyðugar, so gera vit tað, uttan at spyrja landsstýrið eftir, tí vit hava ongantíð brúkt meiri, enn vit hava havt ráð til.

Bygdaráðsformaðurin í Hósvík sigur, at næsta ár verður neyvan talan um nakran trupulleika, tí íløgurnar eru so lítlar

Men, hvat kann henda í árunum framyvir, veit hann ikki.

Men hann leggur dent á, at kommunan fer altíð at leggja fíggjarætlanina eftir fíggjarorkuni hjá kommununi.

? Og er talan um íløgur, sum kommunan heldur eru neyðugar, og sum vit havaráð til, ætla vit at gera tær. Vit eiga 1,5 millión á bók og tað taka vit okkum rætt til at brúka, sum vit vit halda vera frægast, sama um landsstýrið so hevur gjørt ein íløgukarm fyri hinar kommunurnar.

Eitt nú sigur Jógvan Mørkøre, at tað verður neyðugt at gera stórar íløgur í vatnveitingina í Hósvík næstu framtíð.


Dámar væl

Jógvan Mørkøre sigur annars, at honum dámar væl, at landsstýrið er farið at tátta í.

Men hann er grundleggjandi ósamdur í, at allar kommunurnar verða skornar yvir ein kamb, nú fíggjarligar treytir skulu setast teimum.

Tí er hann eisini ósamdur í, at landsstýrið ger ein býtislykil, so at allar kommunurnar kunnu gera íløgur eftir fólkatalinum.

?Tað er skeivt, at koyra okkum, sum alla tíðina hava ført ein skilagóðan fíggjarpolitikk í pulju við tær kommunurnar, sum eru farnar í óføri.

? Tvs, at tær kommunur, sum hava stóra skuld, sleppa at brúka akkurát líka nógv, sum vit, sum ikki skylda so nógv.

Jógvan Mørkøre sigur, at landsstýrið skuldi fyri langari tíð síðani havt sett strangari reglur fyri kommununum.

? Men kommunurnar, skuldu eisini havt fingið greið boð um, at peningurin, sum tær fingu burturúr kommunuloysnini skuldi verðið brúktur til at goldið skuld við.

? Men tað er hann ikki, tí hann er farin til nýtslu, allur sum hann er. Og tað sæst eisini aftur, tí skuldin hjá kommununum er syndarliga lítið minkað hesi árini, kommunuloysnin hevur verið í gildi, sigur Jógvan Mørkøre.