Vit gita: Brandur er við frá byrjan

Manslandsliðið: Okkurt bendir á, at Håkan Ericson ger tvær broytingar

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir Føroyar sín seinasta heimadyst á hesum sinni. Føroyar spæla móti Lettlandi og trýstið hevur ikki verið størri á landsliðsvenjaranum enn tað sama. Føroyar hava tvær ferðir í ár tapt móti Lettlandi – eftir at vit ikki hava tapt móti teimum átta undanfarnu dystirnar.

 

Tí er stórur spenningur um liðuppstillingina til dystin í annaðkvøld á Tórsvølli. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, letur sjáldan nakað frá sær. Tí er alt gitingar og ávísar ábendingar, sum koma gjøgnum vikuna.

 

Håkan Ericson segði á tíðindafundinum í dag, at hann helst ger nakrar broytingar. Okkurt bendir á, at talan er um tvær broytingar, men at bæði tey óvæntaðu nøvnini frá seinast fáa afturval. Talan er um málskjúttan Jann Benjaminsen, og liðfelagin úr B36, Hannes Agnarsson.

 

Tað er eisini líkt til, at Bárður á Reynatrøð heldur fast í plássinum millum stengurnar. Vit gita, at verjan fær afturval og verður mannað við Jann Benjaminsen, Odmari Færø, Andriasi Edmundsson, Viljormi Davidsen.

 

Á miðjuni dettur Sølvi Vatnhamar úr og í hansara stað kemur Brandur Hendriksson. Um tað verður, so er tað ein rímiliga óvæntað skifting, tí boðini vóru at byrja við, at Brandur kláraði í mesta lagi ein hálvan tíma.

 

René Shaki Joensen kemur eisini inn á høgra vongin, meðan okkurt bendir á, at Hannes Agnarsson endar á vinstra vongi, meðan Jóan Símun Edmundsson verður á bonkinum og Meinhard E. Olsen verður fremsti maður.

 

Hetta gevur liðnum tveir kvikar menn á vengrunum, tó at Hannes og René eru ymiskar týpur. Hartil er Meinhard E. Olsen ein øðrvísi áleypari enn Jóan Símun Edmundsson. Meinhard E. Olsen er rennisterkur og málsøkjandi, meðan Jóan Símun Edmundsson er bólttryggur og leitar oftast aftur í vøllin.

 

Hetta merkir so, at Teitur M. Gestsson og Mattias H. Lamhauge, sum báðir hava havt skaðar í seinastuni, nú spæla aðru violin í málinum, Jóannes K. Danielsen hevur mist plássið á bakkinum og at Petur Knudsen og Adrian Justinussen enn eina ferð byrja á bonkinum.

 

Tað er heldur ikki oftari enn so, at Jóan Símun Edmundsson ikki byrjar inni. Jóannes Bjartalíð vísti sítt virðið sum innhoppari seinast og kemur óiva inn saman við Peturi Knudsen og Adriani Justinussen.

 

Dysturin millum Føroyar og Lettland verður á Tórsvølli sunnukvøldið klokkan 19.45.

 

Vit gita: (Føroyar 4-1-4-1)

 

Bárður á Reynatrøð – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Gunnar Vatnhamar – René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Brandur Hendriksson, Hannes Agnarsson – Meinhard E. Olsen