Tað var 200, sum gjørdist ársins bólkur við stóra Planet Galla tiltakið farna vikuskiftið. Og teir gjørdust fegnir, men bilsnir.
Sjálvandi góvu teir eina ljóðroynd og spældu nøkur av kendu og villu løgunum, Tað gjørdu teir so sannførandi, at Jesper úr D.A.D, ið var á staðnum, seinni segði, at 200 so avgjørt hevði uppiborið heiðurin og Planetina.
Og sjálvandi fegnast Uni, Niels og Mikal.
Fólk hava atkvøtt og tá veit ein ongantíð hvat úrslitið verður og ein kann ikki gita ella kenna seg tryggan. Men hetta er góð afturmelding at fáa, sigur Mikael Blak, bassleikari í 200.
Hann sigur eisini, at teir gjørdust eitt sindur bilsnir, tá teirra bólkur varð róptur ársins bólkur og skuldi taka ímóti Planetini.
Beiggin og Planetin
Og tað er Mikael, sum hevur fingið sjálva Planetina heim til hús. Beiggi Mikael, listamaðurin Sámal Blak, hevur gjørt sjálva Planetina. Hvussu kennist tað at hava fingið hesa Planetheiðurslønina til hús, tá beiggin hevur tilevnað hana?
Sámal hevur gjørt eini 80% av heiðursteknunum, ið eg havi frammanundan, so tað hóskar bara væl, sigur Mikael hálvgum skemtandi, men hann fegnast sjálvandi um hetta.
Mikael og manningin í 200 halda, at Planet Galla tiltakið eigur at endurtakst.
Tað skal vera líka stuttligt næstu ferð, men betri fyriskipað.
200 gjørdist ársins bólkur. Innstillaðir vóru eisini Gogo Blues, Marius, Lama Sea og Makrel.