Fyri trimum árum síðani setti Tórshavnar býráð sær eitt mál viðvíkjandi teim smáu í kommununi. Ein politiskan og námsfrøðiligan málsetning á barnagarðsøkinum, ið millum annað skuldi føra við sær, at tørvurin á stovnsplássum varð nøktaður innan eitt 10 ár skeið.
Hóast tað bert eru trý ár síðani hesi málini vórðu sett út í kortið og nógv nýggj pláss eru útvegað, er tað fyri langari tíð síðani gingið upp fyri býráðspolitikarum, at málini mugu endurskoðast. Tá taldi listin við børnum, ið bíðaðu eftir vøggustovu- og barnagarðsplássi, 289. Ætlanin var at útvega 30 nýggj pláss um árið og sostatt nøkta tørvin ár 2006. Hesin karmur er fyri langari tíð síðani sprongdur.
- Vit høvdu ikki roknað við so stórari tilgongd av fólki til kommununa, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð.
Støðan vónleys
Hóast kommunan hevur útvegað væl fleiri stovnspláss enn upprunaligi málsetningurin ásetti, eini 172 íroknað tey, ið eru komin í ár, minkar bíðilistin ikki. Í løtuni telir bíðilistin 369 børn, harav fáa 90 pláss eftir summarfrítíðina.
- Hóast øll tey nýggju plássini, telir bíðilistin bara 10 pláss færri enn í 1986. Støðan er rættiliga vónleys, sigur Elin Lindenskov.
Forkvinnan í sosialu nevnd metir ikki, at tað er nøkur gongd leið at arbeiða fram ímóti ansingartrygd sum aðra staðni.
- Vit síggja í kommunum í Danmark eitt nú, at ansingartrygd minkar um dygdina og góðskuna á stovninum, og tað kann ikki vera ætlanin. Børn og starvsfólk verða strongd um ov nógv eru trýst inn í ein stovn.
Treyðugt so, Elin Lindenskov hevur ikki mist vónina um, at tað ber til at gera nógv munagott á økinum. Býráðið hevur samtykt at fara undir bygging av nýggjum dagstovni við Landavegin í Havn, sum skal rúma 60 børnum. Nýliga er eitt mál reist um at gera ein stovn á Argjum í einum sethúsum, ið kann rúma 30 børnum. Hetta málið kom fyri sosialu nevnd hjá býráðnum ígjár. Ætlanin er eisini at gera fleiri útibarnagarðar, til dømis Inni á Gøtu. Barnagarðurin í Sjónleikarhúsinum, ið nógv hoyrist um eitt skiftið, er sleptur, tí landsstýrið hevur sýtt at vera við at fíggja.
- Á langtíðarfíggjarætlanini hjá okkum verða nógvir pengar settir av til dagstovnaøkið. Samstundis er stórur tørvur á útbúnum pedagogum, og har eiga vit eisini at gera nakað, sigur Elin Lindenskov.
Ongar framrokningar eru gjørdar, sum meta um tørvin á stovnsplássum í framtíðini. Hetta verður helst møguligt, tá ið nýggja telduforritið, ið skal brúkast á Dagstovnaskrivstovuni hjá Tórshavnar býráð, verður tikið í nýtslu eina ferð í heyst.