Vit høvdu nakað at prógva

 TB-liðið er ungt, og tað eru ikki øll, sum hava trúð upp á liðið. Nú vístu vit, hvat vit duga, sigur liðformaðurin hjá TB, Maja Popovic

 Hetta var ein sera góður sigur. Eg hevði persónliga væntað, at vit fóru at vinna finaluna, og tað kláraðu vit eisini. Vit vóru betra liðið, sigur Maja Popovic, sum er týðandi spælari hjá TB.
Hon er annar av útlendsku spælarunum, og saman við Gudrid Nolsøe stóðu tær fyri royndum á liðnum í steypafinaluni. Nógvir av hinum spælarunum eru ungir ella blaðungir, men eindin er sterk, og fleiri sera góðir spælarar eru á liðnum.
 TB-liðið er ungt, og tað eru ikki øll, sum hava trúð upp á liðið. Nú vístu vit, hvat vit duga. Vit høvdu størri breidd í okkara spæli, meðan ÍF fyri tað mesta spældi upp á tveir spælarar, sigur Maja Popovic.

Brúka tíð
TB byrjaði kappingina í ár illa, men seinastu vikurnar hevur tað gingið munandi betri hjá liðnum.
 Tað vísir seg, at vit mugu skifta fleiri spælarar út á hvøjrum ári, og teir nýggju og ungu spælararnir hava brúk fyri eitt sindur av tíð fyri at koma inn á liðið. Vit hava mist ov nógv í landskappingini, men tað var gott at vinna steypakappingina.
 Nú ætla vit at stíla eftir silvuri í landskappingini, men munurin upp til fremsta liðið er ov stórur til, at vit klára at fáa tær aftur, heldur Maja Popovic.
Hon er sera fegin um tann stóra stuðulin, sum liðið fekk til finaluna leygardagin.
 Fólkið á Tvøroyri stuðlar okkum sera væl. Nógv fólk vóru í Havn, og nógv fólk tóku ímóti okkum, tá ið vit komu suður aftur. Áskoðararnir hjá okkum eru bara teir bestu, sigur Maja Popovic.