Vit hava einki vongspæl

Ein av teimum fáu føroyingunum, ið áður hevur roynt seg í landsdysti ímóti normonnum, er Kári Mortensen. Vit fingu orðið á hann eftir dystin

Landsdystur

Kári Mortensen var ógvuliga imponeraður av norska landsliðnum.
?Eg haldi, at normenninir vóru øgiliga góðir. Serliga vongspælið hjá teimum var í heimsflokki. Høgri vongur var bart út sagt fantastiskur! Í einum slíkum dysti síggja vit ein týðiligan mun á yrkisleikarunum og okkara amatørum. Hvør einasti feilur, ið okkara menn gjørdu, bleiv straffaður beinan vegin. Tað gingu allarhægst trý sekund frá at vit mistu bóltin í álopi, til hann lá í málinum hjá okkum íhinum endanum.
Men hvat heldur Kári so, at vit kunnu læra av einum slíkum dysti?
- Eg haldi, at vit kunnu læra sera nógv. Eitt er at normenn skora av øllum plássum, men serliga kunnu vit læra nógv av vongspælinum hjá normonnum, tí vit hava einki vongspæl. Í tí sambandi dugi eg ikki at skilja, at okkara venjari næstan ikki nýtir teir fáu vinstrahandaðu vengur, ið vit hava. Teir eru bara tveir, Heini Bentsen og Ragnar Stakksund, og Ragnar var als ikki við í hópinum í dag, og Heini fekk bert fáar minuttir á vøllinum. Eisini haldi eg, at Eli ber ov nógv á sínum herðum í málinum
Men er tað kanska ein gongd leið hjá okkum at fáa fleiri leikarar út um landoddarnar at royna seg?
- Sjálvandi er tað umráðandi, at vit fáa spælarar sum t.d. Svcin Justinussen at royna seg aðrastaðnis, men hinvegin mugu vit ikki gloyma okkara egnu kapping, ið er blivin væl sterkari av teimum mongu útlendingunum, ið eru komnir hagar. Hinvegin sær man eisini týðuligt í einum dysti sum í dag, hvussu nógv Heini Hanusarson hevur ment seg av tíðuni í TMS Ringsted, sigur Kári Mortensen at enda.