Námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnum arbeiða ikki bara við børnum.
Tey arbeiða við lívum.
Tey standa hvønn dag við stórari ábyrgd fyri trivnaði og menning hjá børnum.
Tey síggja familjur, sum fara ígjøgnum broytingar.
Tey síggja børn, sum uppliva hjúnarskilnað, strongd, nýggj systkin ella nýggjar familjusamansetingar.
Børn, sum hava tørv á meira hjálp.
Men tey mangla tíð, amboð og karmar at gera arbeiðið, sum tey fakliga vita er rætt.
Tað er ikki tí, at viljin manglar.
Tað er tí, at skipanin ikki gevur teimum møguleikan.
Vit tosa um dagstovnar sum eina tænastu.
Eitt tilboð, kommunurnar hava skyldu at veita.
Ein praktisk loysn í gerandisdegnum hjá foreldrum.
Men tað er ein alt ov lítil fatan.
Dagstovnurin er eitt av teimum fyrstu støðunum, har barnið møtir samfelagnum.
Tí er hann eisini eitt av teimum mest avgerandi støðunum at skapa dygd.
Kortini er veruleikin í dag óbehagiligur:
Tað er framvegis ein spurningur um heppni, hvørja dygd eitt barn fær.
Vit hava skipað eitt øki, har ábyrgdin er býtt sundur.
Kommunurnar reka. Landið setur karmar.
Í teoriini gevur tað meining.
Í praksis merkir tað nakað annað:
At dygdin verður ymisk.
At raðfestingin skiftir.
At børn fáa ymiskar fortreytir - alt eftir, hvar tey búgva og hvør politisk raðfesting er júst tá.
Tað eiga vit ikki at góðtaka.
Vit síggja avleiðingarnar hvønn dag.
Børn, sum stríðast, bíða.
Familjur, sum hava tørv á hjálp, standa ov leingi einsamallar.
Barnaverndartænasturnar fáa fleiri og fleiri mál, sum í veruleikanum kundu verið loyst nógv fyrr.
Ikki tí vit gera ov lítið.
Tí vit hava skipað okkum soleiðis, at vit reagera ov seint.
Trupulleikin er ikki børnini.
Tað er skipanin rundan um tey.
Samstundis hava vit eitt øki, har vit siga, at dygd er týdningarmikil, men ikki skipa okkum eftir tí.
Vit hava trupulleikar við at rekrutera.
Førleikamenning er ov tilvildarlig.
Arbeiðsumstøður og løn samsvara ikki við ábyrgd.
Vit siga, at børn eru okkara týdningarmesta tilfeingi.
Men vit skipa okkum ikki sum um, tað er satt.
Er hetta tað vit kalla eitt haldført barnalív?
Spurningurin er tí ikki, um vit kunnu gera nakað betri.
Spurningurin er, um vit eru klár at broyta, hvussu vit hugsa dagstovnaøkið.
Dagstovnalógin, sum skipanin byggir á, er frá 2000.
Hon var skrivað til eina aðra tíð.
Síðani tá er nógv broytt:
Familjulívið.
Krøvini til fakligheit.
Vitanin um um týdningin av dygdargóðum dagstovnum.
Kortini arbeiða vit framvegis eftir einum karmi, sum ikki fylgir við.
Tað er ikki haldbart.
Tí skulu vit tora at seta eina felags kós:
Vit hava tørv á eini landsætlan fyri dagstovnaøkið við bindandi dygdarkrøvum.
Ikki bara góðum ætlanum, men krøvum, sum tryggja, at dygdin ikki er treytað av bústaði.
Samstundis mugu vit seta minimumskrav til førleikamenning og fyrireikingartíð hjá starvsfólkum.
Tí dygd kemur ikki av sær sjálvum. Hon krevur tíð, førleikar og fakliga menning.
Tað skal ikki vera av tilvild, hvørja dygd eitt barn fær.
Vit skulu skapa eina kós, har:
- dygd er kjarnin, ikki bara pláss
- skipanir arbeiða saman rundan um barnið
- faklig menning verður raðfest
- og har vit síggja dagstovnin sum eina av teimum týdningarmestu íløgunum í samfelagnum, ja í grundini sum eina grundsúlu undir arbeiðsmarknaðinum!
Dagstovnaøkið eigur framvegis at vera kommunalt.
Men landið má taka ábyrgd fyri, at dygdin er tann sama.
Landið má seta eina greiða visjón og sterkar karmar.
Tí børn vaksa ikki upp í skipanum.
Tey vaksa upp í einum samanhangi.
Og júst tann samanhangin hava vit ábyrgd av at skapa.
Vit kunnu halda fram sum nú.
Við eini skipan, har dygdin er ymisk og tilvildarlig, og skiftandi raðfestingum 4. hvørt ár.
Ella vit kunnu taka eitt tilvitað val og broyta spælið.
Eg velji tað seinna.
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Valevni fyri Tjóðveldi












