Vit hava sjey tap, ein javnleik og tveir sigrar móti Litava

Søguliga hava vit ikki tey bestu hagtølini móti Litava

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Tað verður 11. ferð, at vit koma at spæla móti Litava, tí vit hava spælt ímóti teimum heilar tíggju ferðir síðani 1998.

 

Til EM-undankappingina í 1998 vóru vit í undanbólki saman við Litava. Vit megnaðu javnleik 0-0 á útivølli á Zalgiris leikvøllinum í Vilnius. Tá stóð Jákup Mikkelsen ein branddyst í málinum, og heilt móti dystarenda var líka við at Todi Jónsson tryggjaði okkum øll trý stigini. 

 

8. september árið eftir taptu vit 0-1 fyri Litava á Tórsvølli.

 

Vit vóru aftur í undanbólki saman til undankappingini til EM-endaspælið í 2004. 12. oktober í 2002 vann Litava 2-0 í Kaunas við tveimum málum, ið vóru skotin í fyrra hálvleiki. Árið eftir, 10. september í 2003 vann Litava 3-1 á Svangaskarði. Uggin tann dagin var vakra frísparksmálið Súni Olsen meddaði í málið úr 30 metra fjarstøðu. 

 

Aftur til EM-endaspælið í 2008 vóru vit í undanbólki saman. 7. oktober í 2006 taptu vit 0-1 á Tórsvølli, og 12. september í 2007 vann Litava 2-1 í Kaunas. Tann dagin pyntaði tað væl, at Rógvi Jacobsen minkaði um munin til 2-1 við einum fantastiska vøkrum lobbi tá klokkan vísti 90 minuttir.

 

Og so vóru vit aftur í undanbólki saman til HM-undankappingini í 2010, og nú bragdaði. 15. september í 2008 vann Litava 1-0 í Kaunas. Árið eftir, 9. september í 2009 brast fyri nev tá vit á Svangaskarði vunnu 2-1 við málum, ið Súni Olsen og Arnbjørn Hansen skoraðu.

 

11. november í 2020 taptu vit 1-2 fyri Litava á LFF leikvøllinum í Vilnius. Litava skoraði bæði málini hjá sær stutt undan steðginum. Gunnar Vatnhamar minkaði um munin heilt móti dystarenda.

 

11. juni í ár bragdaði aftur. Vit vunnu aftur 2-1 á Litava á heimavølli. Hesaferð í Nations League. Litava kom á odda longu í sætta minutti. Viljormur Davidsen javnaði til 1-1 við brotssparki, og beint undan steðginum skoraði Jákup B. Andreassen sigursmálið við einum dreymahøggi.

 

Samlaða søgan er sostatt ímóti okkum. Vónandi kunnu vit fáa triðja sigurin ella annan javnleikin móti Litava komandi hóskvøld.