Fríggjakvøldið vitjaði svenski forsætisráðharrin í Klaksvík, og har vóru løgmaður og Klaksvíkar býráð vertir fyri ein døgurða í Skálanum.
Umframt almennu umboðini úr Føroyum og Svøríki, vóru eisini innboðin fólk við til døgurðan.
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, greiddi í sínari røðu stutt frá søguni um Klaksvík, og hann legði dent á týdningin, sum fiskivinnan og lokali samleikin hava fyri býin.
Ein tjóð, sum í so stóran mun er grundað á fiskivinnuna, kennir til svingandi konjukturar. Undir slíkum umstøðum er tað ein stórur fyrimunur fyri ein bý sum Klaksvík, at fólkið stendur saman um skipini og fyritøkurnar í lokalsamfelagnum, segði Steinbjørn O. Jacobsen.
Kunnu læra av Svøríki
Eitt gott dømi um hetta er stóra kreppan, sum rakti Føroyar fyrst í 1990'unum. Tá kom Klaksvík skjótt burtur úr kreppuni, tí lokalar kreftir tóku seg saman og keyptu skipini og fyritøkurnar, sum vóru farnar av knóranum.
Steinbjørn O. Jacobsen fegnaðist um vitjanina hjá Gøran Persson og segði seg vóna, at ein slík vitjan vildi skapa nýggj sambond millum Føroyar og Svøríki.
Vit hava nógv at læra av Svøríki. Tit hava sum størsta land í Norðurlondum gingið undan í nógvum førum og víst vegin fyri nýggjum menningarmøguleikum. Vit vóna, at tit eisini kunnu fáa okkurt burturúr sambandinum við Føroyar, segði borgarstjórin í Klaksvík.