Føroyar og Katalonia hava í dag undirskrivað eina samstarvsavtalu um talgilding. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Jordi Puigneró, katalanski ráðharrin fyri talgilding, undirskrivaðu avtaluna í Tinganesi í morgun.
- Katalonia og Barcelona eru millum heimsins mest framkomnu øki, tá talan er um KT-loysnir, og tí eru vit sera fegin um at hava fingið eitt samstarv í lag, sigur Kristina Háfoss.
Landsstýriskvinnan nevnir serliga fjarskiftisøkið, tá hon verður spurd um á hvørjum økjum vit kunnu læra av Katalonia.
- Vit fara at samstarva um 5G-tøkni, har Katalonia eisini hevur gjørt sær fleiri royndir. Katalonia hevur júst gjørt eina nýggja lóg um nettrygd, sum vit júst sjálvi eru farin undir, so har kunnu vit heilt víst læra eitt sindur eisini, sigur hon. Katalonski ráðharrin sigur, at tað serliga er norðurlendski talgildi samleikin, sum hevur fangað teirra áhuga.
Bæði eru tey samd um, at tað er týdningarmikið at brynja seg til framtíðina við góðum KT-loysnum.
- Vit kenna øll til ógvusligu menningina, sum hendi í Evropa, tá ídnaðarkollveltingin kom. Talgilda kollveltingin kann gerast líka týðandi, og tí er tað týdningarmikið, at vit eru við, at vit eru tilreiðar, sigur Jordi Puigneró.
Kristina Háfoss vísir á, at talan er um eitt samstarv millu tvær smátjóðir, hóast Katalonia er væl størri enn Føroyar, á stødd við Eysturríki.
- Í KT-høpi er tað ein fyrimunur at vera eitt lítið samfelag, tí tað er lættari, at seta skipanir í verk og royndarkoyra tær. Hetta kann serliga vera ein fyrimunur hjá íverksetarafeløgum. Eg ivist ikki í, at íverksetarafeløg í Barcelona fara at hava áhugað í at royna sína tøkni í Føroyum, sigur hann.
Tað er ikki tjóðskaparlig romansa, sum ger, at Føroyar hava leitað sær til Katalonia eftir einum slíkum samstarvi, men tí at Katalona er millum mest framkomnu øki í heiminum, tá talan er um KT, førir landsstýriskvinnan fram.
Føroyar hava sum er avtalur um KT-samstarv við norðurlond og við baltisku londini. Estland verður mett at vera eitt av førandi KT-londunum í heiminum, og Kristina Háfoss gleðist nú um, at hava fingið avtalu í lag við Katalonia, sum sambært Financial Times er nummar tvey á listanum.
Katalonia á síðani síðu hevur samstarvsavtalur við Kalifornia, Baden-Wuttemberg, Flanders og Quebec og hevur nógv samskifti við Ísrael.
- At vit knýta slík sambond á ymiskum síðum, ger at vit kunnu gagnnýta kunnleikan, sum samstarvsfelagarnir nema sær frá øðrum, sigur hon og nevnir, at katalonski ráðharrin serliga er áhugaður í eini loysn, sum føroyingar hava heintað úr Estlandi.
- Vit vóna, at hetta samstarvið eisini kann menna seg til at fevna um onnur øki í framtíðini, sigur Kristina Háfoss.