Størsta forðingin er, at í nógvum politikarum býr ein mótvilji ímóti at ásanna veruleikan, at tað gamla kann broytast og at vit mugu ganga nýggjar leiðir.
Fátæk, tó rík
Fleiri av valevnunum koma við háfloygdum tonkum og gyltum lyftum, samstundis sum borgarin undrast á, at tað sæst so lítið til ta met stóru peninganøgd kommunan hevur haft um hendi seinast árini.
Tvøroyrar kommuna er fátæk uppá pening, men rík uppá fólk. Dugnalig fólk, ið stríðast fyri seg og síni, so at tey kunnu skapa sær eina rímiliga tilveru í kommununi.
Men tá ið vit ikki afturrinda skuld í góðum tíðum, sum hesi seinastu 4 árini hava verið, er ilt at síggja nær vit skulu gera tað.
Tað kann ikki verða meiningin, at okkara barnabørn skulu svíða fyri fíggjarligt óskil.
Skuldina burtur og so framá
Skal tað eydnast okkum at verða ein sterk og góð kommuna, so er tað av allarstørsta týdningi at hava sum aðalmál at gerast skuldarfrí.
Tá hava vit neyðuga frælsi at raðfesta og fíggjarliga førleikan at halda lyftir.
Eg ivist ikki í, at flest øll á Tvøroyri vita hvussu støðan hjá kommununi er, og tí taka gylt lyftir og háfloygdar tankar við fyrivarni.
Tíðin til tey stóru lyftini er ikki komin enn, men tey lyftir vit geva, skulu vit eisini halda.
Vel tí eina trygga fíggjarliga gongd, fyri teg og tínar eftirkomarar.
vel Finnleif Guttesen