Broytingin, at næmingar yvir 18 ár, sum búgva heima fáa minni studning rakar ikki limirnar í Meginfelag føroyska studenta, men tey eru ónøgd við, at studningurin ikki verður prístalsjavnaður.
- Tað kann gerast vandamikið, um avgjørt verður, at mann einaferð ikki prístalsjavnar, tí so kann henda, at hildið verður fram við tí, sigur Rúna Jakobsen.
Helena Dam á Neystabø er sannførd um, at ætlanin at lata vera við at prístalsjavna, bara er galdandi fyri komandi skúlaárð.
- Ætlanini er, at henda tillaging bara skal gerast fyri komandi skúlaár. Og eg eri ikki bangin fyri, at ætlanin fer at skapa fyridømi, sigur landsstýriskvinnan.