Serliga vit, ið bjóða okkum fram til Løgtingsvalið.
Longu nú er alt ov nógv uttan um tos. Vallyftið oman á valyftið, men ongin skal rinda meira. Hetta hongur snøkt sagt ikki saman.
Vit hava búskaparligar avbjóðingar her og nú við árligum hallum á fíggjarlógini, men vit hava eina væl størri avbjóðing í framtíðin við haldførinum.
Og at fortelja føroyingum at skrivstovufólkið á Almennaverkinum ella á Taks er orsøkin til støðuna vit eru í, er at halda fólk fyri gjøldur. At “tekna eina mynd av”, at almenna geirin er “rótin til alt ónt” er akkurát tað sama, sum Trump og Musk fingu amerikanarar at halda.
Og líka óseriøst er tað í mínum høvdi, at vit skulu leggja á pensjónsgrunnar, Barsilsskipana og ALS, fyri at fíggja hesi vallyftini, sum nú verða givin, nú vit hava allar bestu tíðir til inntøkur. Tað svara til, at eg og tú bróta “sparigrísin” upp nú, og brúka okkara uppsparing í góðum tíðum, og tískil onki hava at standa ímóti við, tá ið tíðirnar gerast verri.
Tøk skulu takast, og summi tøk eru illa dámd. Orð skulu sigast, sum ikki falla í góða jørð hjá øllum. Eg haldi avgjørt, at tað er ein uppgáva fyri tey fólkavaldu at siga tað, sum sigast skal, og ikki minst gera tað, sum gerast skal. Tað mugu vit hava rygg til, og ikki lata tað upp til onkra nevnd.
Lat meg byrja við at siga, at sjálvandi skulu almennu Føroyar ikki oyðsla við skattgjaldarans pengum. Sjálvandi skulu vit ikki hava dubultfunktiónir. Sjálvandi skulu vit hava eina smidliga og tíðarhóskandi umsiting. Og sjálvandi skal almenna Føroya, altíð hava eitt vakið eygað við, at tú fært mest møguligt burturúr hvørjari krónu. Her liggur eitt arbeiðið fyri framman, onki at ivast í.
Tá tað so er sagt, so eru valmøguleikarnir ikki nógvir, tá ið búskapurin skal rættast til. Bæði her og nú, og fyri framtíðina.
Vit kunna: Skerja vælferðartænasturnar burtur. Ikki sparing, men niðurleggja onkrar tænastur. Sparingar muna ikki nóg nógv.
Ella kunna vit: krevja meira av skatti og avgjøldum frá tær og mær.
Vit kunna eisini: Krevja meira av skatti og gjøldum frá vinnuni. Ella kanska frá bæði tær, mær og vinnuni.
Men fyrst og fremst haldi eg, at vit skulu fara aftur til kjarnuna í vælferðar hugsani. Nevnliga, at veita tænastur til tey, sum hava tørv.
Øll sum er sjúk, hava tørv. Tey gomlu sum ikki klára seg sjálvan, hava tørv. Men øll, ið fáa eitt barn, hava ikki tørv á einum skattafríum kekki á 20.000 kr, men summi hava.
Allir pensjonistar hava ikki tørv á, at arbeiðið verður mótroknað pensjónini, men summir hava.
Øll hava ikki tørv á, at fara á pensjón sum 67 ára gamal/gomul, men summi hava.
Vit mugu tora at siga, at tær vælferðar tænastur, ið vit øll rinda til, skulu fyrst og fremst til tey, sum hava tørv. Tí annars yvirlivir okkara vælferðasamfelag ikki, og vit fáa eitt samfelag sum USA.
Vilja vit tað? Ikki e
Gott val
Jóhan Christiansen
Tjóðveldi










