Talu- og skrivifrælsi
Nógv trýst hevur verið á Danmark ta seinastu tíðina, eftir at ein av landsins størstu dagbløðum, Jyllands-Posten, prentaði nakrar tekningar, ið skuldu ímynda profetin Muhammed.
Hetta er sambært ávísum fatanum av Islam ikki loyvt, og serliga hesar seinastu dagarnar hevur ágangurin verið serliga harður. Stóra mjólkarfyritøkan Arla hevur longu skert framleiðsluna, eftir at sølan er minkað so nógv serliga í Saudiarabia, at tapið er mett til at vera einar 10 milliónir um dagin. Í dag frættist, at allir norðurlendingar eru hóttir, og tí eiga at fara úr økinum við Gaza innan 72 tímar.
Spurningurin er rættiliga prinsipiellur fyri danir, og serliga Anders Fogh Rasmussen, forsætismálaráðharri, hevur sligið fast, at hann ikki er at vika í hesum málinum. Tá hann tann 16. november í fjør hevði fund við turkiska forsætismálarðaharran, Recep Erdogan, og turkiski starvsbróðir hansara var so ónøgdur við støðuna hjá Fogh, at hann noktaði at halda tíðindafund við Fogh, svaraði danski forsætismálaráðharrin:
- Vi er i dag stødt ind i nogle ting, hvor jeg simpelthen ikke vil gå på kompromis. Det handler her om helt fundamentale principper om, hvordan et demokrati og folkestyre fungerer.
Vit skulu flyta mørk allatíðina
Føroya kendasti blaðteknari, Óli Petersen ella Óli P, sum hann vera best kendur millum manna frá sínum meira enn 3000 baksíðum á Sosialinum, vil ikki siga beinleiðis, hvat Fogh kundi havt gjørt fyri at vart danskt vinnulív, men hann er samdur við forsætisráðharran, tá tað kemur til hansara støðufesti í verjuni av talu- og skrivifrælsinum, sum Óli vísir á er sera týdningarmikið fyri okkara fólkaræðið.
Óli minnir á danska orðið ytringsfrihed, sum hann heldur inniheldur meira enn føroysku hugtøkini talu- og skrivifrælsi, tí danska orðið at ytre kann jú merkja meira enn bara at tosa og skriva. Tað kann jú eisini merkja at tekna.
Ofta verður sagt, at teknarar kunnu fara nógv longur og taka ymist upp, sum onnur høvdu verið stevnd fyri, um tað varð skrivað í orðum.
Ttil hetta sigur Óli P, at tú hevur aðrar møguleikar, tá tú teknar, men hann metir tað vera ótrúliga týdningarmikið, at vit í okkara mentan verja rættin at ytra tað vit vilja.
- Hetta er ógvuliga prinsipielt, tí hetta ræður eisini um at flyta mørk, sigur Óli P, ið undirstrikar týdningin av, at bond ikki verða løgd á samfelagskjakið í orðum, tekningum, álvara og satiru.
Óli P kann ikki bara sær at nevna, at í Saudiarabia, sum hevur verið ein av høvuðsatfinnarunum hjá Danmark fyri at hava givið loyvi til tekningarnar í Jyllands-Posten, er loyvt at kappa limir av fólki, um hesi hava brotið ta sharia-merktu lógina í landinum. Og hetta er tíbetur nakað, sum liggur rættiliga fjart frá okkara siðvenju. Hann metir tí heldur ikki, at hetta er nakað sum kundi hent í Føroyum.
- Vit kunnu vera rættiliga erkvisin, viðgongur Óli P, men staðfestir, at deyðshóttanir ikki eru gerandiskostur á okkara leiðum.
Javnaðarflokkurin vinglað
Tað er tó ikki øll, sum eru samd við Fogh um, at tað er rætt av honum ikki at vilja kjakast við ymsar muslimskar sendiharrar um hetta málið. M.a. hevur danski juraprofessarin, Eva Smith, sagt, at tað ikki kann bólkast sum talufrælsi at spilla hvønn annan úr, og harafturat hevur andstøðan við danska javnaðarflokkinum á odda funnist at Fogh.
Sjálvur metir Óli P, at her hava sosialdemokratarnir klárað seg ómetaliga illa, og hevur ein illgruna um, at teir royna at markera seg í mun til Dansk Folkeparti í hesum spurningi. Harafturat spyr Óli P, hvat tað er at spilla hvønn annan út, og sigur seg ikki vera samdan við Evu Smith.
Hann nevnir allar tær mongu ferðirnar, Jesus hevur verið avmyndaður í tekningum, og sjálvur minnist hann seg eisini hava teknað Várharra, tá fýra mans í Sosialinum vísindaliga royndu at finna próvgrundir fyri grundarlagnum undir Kristindóminum.
Eisini kann danski listamaðurin Jens Jørgen Thorsen, sáli, vera nevndur í hesum sambandi. Hann bíðaði í nógv ár eftir at fáa almennan stuðul til ein heldur morreyðan film um Jesus, ið fekk nógva umtalu, áðrenn hann varð gjørdur. Hinvegin fekk hann so nógv vánalig ummæli eftir frumframførsluna, at tað neyvan munnu vera nógv, sum minnast hann í dag. Men tað var eingin, sum hótti hann eftir lívinum, eins og t.d. Salman Rushdie varð hóttur eftir bókina, The Satanic Verses. Rushdie var ein tann fyrsti, sum varð hóttur eftir lívinum í vesturheiminum eftir at hava gjørt listaverk, sum ikki hóvaði islamistum. Eftir hetta er m.a. ein niðurlendskur filmsleikstjóri, Theo van Gogh, dripin, av tí hann gjørdi ein film, sum varð mettur at niðra Islam.
Argumentini skulu telja
Óli P metir, at hóast donsku blaðteknararnir ikki alment vísa beinleiðis ótta í hesum døgum, so manb tað ikki vera heilt frítt, at teir munnu vera eitt sindur bangnir. Hann metir tað tó vera stuttligt, at teir nú eru farnir at krevja pening fyri tekningarnar, sum í hvørjum hava verið prentaðar í nógvum fjølmiðlum.
Óli P metir tað vera ómetaliga týdningarmikið í okkara mentan, at vit verja rættin at úttrykkja okkum uttan forðingar. Í sama viðfangi nevnir hann danska vinnulívsmannin Asger Aamund, sum víst á ein film, ið danir høvdu valt at banna, men sum hevði verið vístur í BBC og fronskum sjónvarpi. Av tí sama hevði Aamund ein illgruna um, at danir tí danir tí vóru eitt sindur lættari at leypa á, enn um teir høvdu verið eins liberalir og franskmenn og onglendingar. Óli P metir tað tí vera týdningarmikið at lata tey góðu argumentini ráða, og vísir á hendingina herfyri á Vestara áarbakka, har Dannebrog varð brent.
- Tá tú eingi argument hevur, kanst brenna fløgg, sigur Óli P.
Spurdur, um Óli P, sjálvur hevði torað at teknað eina tekning av Muhammed, sigur teknarin eftir at hava hugsað seg um eina løtu, at har vil hann vera erligur, og sigur við einum farra av skemti, at tað hevði hann nokk ikki, hóast sannlíkindini eru lítil fyri, at nakar hevði sæð hetta í okkara pressu, ella at nakar hevði tímað at lagt eftir einum gomlum sum honum.
Aftur til Katar
Føroyingurin Jóannes Kjølbro, sum m.a. er kendur fyri skaldsøguna Meðan sólin í eystri roðar, arbeiðir í Katar. Hann hevur verið heima í Føroyum eina góða viku og hildið frí, og tí sigur hann seg ikki hava hoyrt nakað um málið har niðri. Hóast einir fýra mánaðir eru gingnir síðani tekningarnar vórðu prentaðar, er tað ikki fyrr enn í seinastu viku, at málið rættiliga varð tikið upp í fjølmiðlum í miðeystri, og tí kennir Jóannes Kjølbro einki til málið haðani.
Hann sigur seg tó ætla avstað aftur til Katar. Jóannes starvast hjá Maersk, og fyritøkan metir allatíðina um støðuna saman við umboðum frá danska utanríkismálaráðnum.
Jóannes Kjølbro greiðis frá, at hóast moskur o.a. eru sjónligar í gerandisdegnum í landinum, so eru bert 20 % av íbúgvunum fødd í Katar. Restin er innflutt arbeiðsmegi. Sostatt er talan um eitt sekulariserað land, har tú m.a. kanst keypa vín o.l. í handlunum.
Fakta:
Tann 30. september í fjør prentaði Jyllands-Posten 12 satiriskar tekningar av profetinum Muhammed. Áðrenn hetta høvdu danskir fjølmiðlar skrivað um, at ein teknari hevði latið tekningar av Muhammed til eina barnabók, men hesin ynskti at vera dulnevndur av ótta fyri avleiðingunum. Vanliga verður Islam tulkað soleiðis, at tað ikki er loyvt at avmynda Muhammed, av tí at hetta verður fatað sum at herma eftir Skaparunum.
Jyllands-Posten spurdi 40 teknarar, um hesir vildu vera við til at tekna Muhammed. 12 av teimum 40 limunum í felagnum Danske Bladtegnere játtaðu hesum.
Nakrar dagar seinni ringdi ein ungur maður og hótti teknararnar eftir lívinum. Tann 8. oktober kravdi Muslimska trúarsamfelagið í Danmark, at Jyllands-Posten kom við eini almennari umbering.
Eftir at kjakið rættiliga var kyknað, staðfesti doktarin í løgfrøði, Vagn Greve, at Jyllands-Posten ikki hevði brotið blasfemigreinina í revsilógini. Eftir hetta vórðu tekningarnar viðgjørdar í arabisku sjónvarpsrásini Al-Jazeera, og 12 oktober klagaðu muslimskir 11 sendiharrar til Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, og bóðu um ein fund við hann. Tveir dagar seinni gingu 3000 fólk mótmælisgongu í Keypmannahavn.
Fogh svaraði sendiharrunum skrivliga, men noktaði at hitta teir á fundi, hóast bæði andstøðan í Fólkatinginum og undangongumaður hansara í Vinstra, Uffe Elleman-Jensen, funnust at hesi avgerðini.
Í desember var málið á dagsskránni, tá 57 muslimsk lond hittust á islamsku heimsráðstevnuni, OIC. Samstundis velur hánevndarlimurin hjá ST, sum umsitur mannarættindi, at at fara inn í málið, eftir at OIC hevur klagað Fogh fyri ikki at hava gjørt nakað við málið.
Síðani er búskaparligt trýst lagt á danskt vinnulív, og Hans Skov Christensen, stjóri í Dansk Industri, hevur biðið Jyllands-Posten um eina frágreiðing.
MYNDATEKSTUR:
Vit eiga at lurta eftir argumentum og ikki eftir teimum, sum brenna fløgg. Spurningurin um talu- og skrivifrælsi er sera prinsipiellur, sigur føroyski blaðteknarin Óli P