Men eisini eitt stórt og rúmandi menniskja, hugsjónarmaður av teimum størstu og ein politikari, sum ikki varð tikin í leikum.
Hann kundi altíð grundgeva fyri sínum meiningum, og tí var trupult hjá mótstøðufólkum at siga honum ímóti. Tí gjørdist hann ein av teimum fáu at uppliva eitt heilt lív í politikki Hann kom á fólkating sum ein av yngstu tinglimunum tá og var royndasti tinglimur í Fólkatinginum, nú hann andaðist 66 ára gamal. Men hann var har ikki fyri sína egnu skuld, men fyri fólksins sakir. Hjá Svend Auken snúi politikkur seg um menniskjavirðing, menniskjavirði og menniskjatilfeingi. Fyri hann snúi tað seg um at byggja upp eitt vælferðarsamfelag, har tann einstaki kennir seg væl í felagsskapinum, kennir seg taka lut og gera mun í flelagsskapinum - kennir seg til nyttu og virdan í felagsskapinum. Auken var fólksins maður um ein háls.
Vit eru nógv, sum sóu eina stóra fyrimynd í Auken, og hann var eisini høgt virdur um allan heimin. Hann gjørdist ongantíð forsætisráðharri, men sum umhvørvismálaráðharri setti hann veruliga umhvørvispolitikkin á dagsskrá í Danmark og gjørdi Danmark kent og virt úti í heimi sum undangonguland á umhvørvis- og orkuøkinum. Hetta livir Danmark uppá enn. Og uttan iva er tað orsøkin til, at Keypmannahavn er valt at vera vertur fyri heimsumfatandi veðurlagsráðstevnuni, sum skal vera í heyst.
Tað eydnaðist Svend Auken at gjøgnumføra javnaðarhugsjónina um vælferðarsamfelagið í 70 árunum og 80 árunum. Men alla tíðina var hann upptikin av at endurnýggja projektið, sum eftir hansara fatan ongantíð bleiv liðugt. Tá hoyrdi tú á honum, tá tú prátaði við hann, og eina best sást tú hetta í rørandi og fangandi samrøðu í Informatión herfyri, sum var gjørd fáa tímar undan, at hann datt um í summarhúsi sínum og ongantíð ordiliga kom fyri seg aftur.
Umframt at vera ein stórur og høgt mettur politikari, var Svend Auken eisini ein ógvuliga vinsælur maður. Vit hittust av og á í sambandi við politiska arbeiði, og altíð var hann fyrikomandi og prátingarsamur. Hann fylgdi ógvuliga væl við í viðurskiftunum í Føroyum og hevði eina stóra vitan um føroyskan politikk - bæði dagsins aktuellu viðurskifti - og heilt aftur til tíðina hjá Petur Mohr Dam.
Hóast ikki óvæntað, so kendist tað løgi at fáa deyðsboðini í morgun, dagin eftir, at eg hevði brúkt og endurgivið Auken sum fyrimynd í røðu mínari í sambandi við viðgerðina av løgmansrøðuna. Tí er helst hóskiligt at enda við somu enda hesa stuttu minningargrein við somu endurgeving:
»Javnaðarhugsjónin er ikki at øll skulu forsyrgjast, men at tey skulu klára seg.«
Friður verið við minninum um stórpolitikaran og menniskjað Svend Auken.
John Johannessen, løgtingsmaður