Tó at alsamt færri kundar hava tørv á vanligari kassaavgreiðslu í bankanum, merkir BankNordik, at kundarnir enn hava stóran tørv á samskifti við bankan.
BankNordik umskipar nú arbeiði bankans fyri at veita kundunum eina skjóta og góða tænastu, so tað verður lættari og smidligari at avgreiða síni bankaviðurskifti.
Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, sigur, at ítøkiliga er talan um at gera telefonavgreiðsluna longri og í hesum sambandi verður eisini talan um, at nøkur starvsfólk mugu arbeiða skeivar klokkutíðir.
- Vit hava dugnalig og eldhugað starvsfólk við drúgvum royndum og høgum fakligum førleikum, sum hvønn dag veita kundum okkara eina dygdartænastu. Í framtíðini skulu vit kunna veita hesa tænastu uttan mun til tíð og stað. Við at vera til taks, tá tørvur er á okkum, skulu vit gera gerandisdagin hjá kundum okkara lættari, sigur hann.
Hann sigur víðari, at meðan 22 fólk vera søgd úr starvi í samband við bygnaðarbroytingar, so vera tað tilsamans um 17 fleiri starvsfólk í bankanum.
- Talan er ikki um eina sparirundu. Bankin verður ikki bíligari at reka aftan á, men vit ynskja at hava fleiri starvsfólk út móti kundanum og færri fyrisitingarlig størv, sigur Árni Ellefsen.