Vit skulu avgerða tað sjálvir

Karl Oddmar Rasmussen er ein av royndastu leikarunum á Neistaliðnum, sum sunnudagin skal leika ein ógvuliga týðandi dyst móti grannunum úr Kyndil

Oddabrak

Spenningurin er stórur í Havn undan hondbóltsdystinum millum bestu mansliðini hjá havnarfeløgunum báðum, Neistanum og Kyndil, ið verður í høllini á Hálsi sunnudagin. At fólk eru spent til dystin, er eisini nakað, ið leikararnir merkja til dagligt.

Alt liggur í okkara hondum
Kyndil og Neistin liggja jøvn í stigum á ovastu rók í føroysku hondbóltskappingini, og nú farið verður undir næstseinasta umfar, er spenningurin sjálvsagt øgiliga stórur. Karl Oddmar Rasmussen sigur, at hann merkir væl, hvussu spent fólk eru, bæði úti í býnum, men eisini á arbeiðsplássinum, politistøðini í Havn.
Karl Oddmar sigur, at teir í Neistanum í løtuni bara hugsa um tann komandi dystin, og ikki um FM-heitið, sum verður endaliga avgjørt næsta vikuskifti. Alt liggur í okkara hondum, sigur Karl Oddmar Rasmussen, tí um vit vinna báðar teir seinastu dystirnar hjá okkum, eru vit føroyameistarar, so einkult er tað, sigur hann. At hondbóltskappingin er óvanliga spennandi í ár, er neyvan nakað dulsmál, og Karl Oddmar Rasmussen heldur, at tað má verða sera gott og undirhaldandi fyri áskoðararnar, at tað er so stórur spenningur í kappingini.

Fyrireika seg sum vanligt
Í Neistanum hava teir ikki nakrar ætlanir um at gera nakað eyka burtur úr fyrireikingunum til dystin sunnudagin. Karl Oddmar sigur, at teir hava púra vanligar venjingar upp undir dystin, og til síðstu venjingina undan dystinum brúka teir ein tíma upp á serligar verju- og álopsstøður, ið skulu nýtast undir komandi dystinum.
Tá ið talan er um rættuliga avgerðandi dystir, plaga teir á besta mansliðnum hjá Neistanum eisini at hittast dagin fyri dystin, har teir í felag hyggja at einum sjónbandi av seinasta dystinum móti mótstøðuliðnum, og soleiðis verður tað allarhelst eisini hesaferð, sigur Karl Oddmar. Á sjálvum leikdegnum hevur liðið taktikfund, men annars er tað upp til hvønn einstakan leikara á sín egna hátt at seta seg upp til dystin, ið liggur fyri framman, sigur Karl Oddmar Rasmussen.

Bróta rútmuna hjá Kyndil
Skal Neistin basa Kyndil sunnudagin, er tað neyðugt hjá teimum at bróta rútmuna hjá teimum grønu, sigur Karl Oddmar Rasmussen. Hann heldur tað verða sera umráðandi, at Kyndil ikki fær loyvi til at spæla sítt kvika spæl, tí so eru teir sera vandamiklir, sigur hann. Karl Oddmar sigur eisini, at tað er púra vist, at Kyndilsmenn noyðast at berjast fyri hvørjum einasta máli, ið teir fáa í dystinum, tí teir fór einki í gávu frá Neistanum. Hinvegin heldur Karl Oddmar ikki, at oddsini eru góð hjá Neistanum, tí eftir hansara tykki hevur Neistin ikki spælt tveir góðar dystir á ráð alt kappingarárið, og seinasta vikuskifti spældi Neistin væl móti vestmenningum, og tí verður spennandi at síggja, um teir megna at spæla enn ein góðan dyst sunnudagin. Karl Oddmar Rasmussen sigur eisini, at dagsformurin kemur at hava sera stóran týdning, men vit eru kanska omaná sálarliga, av tí at vit seinast vunnu á teimum við tíggju málum.
Karl Oddmar Rasmussen, ið væntar fulla høll sunnudagin, sigur eisini, at óansæð hvør vinnur sunnudagin, so er einki avgjørt undan seinasta leikumfari. Vinnur Neistin, skulu teir eisini basa hoyvíkingum fyri at vinna FM, meðan vinnur Kyndil, skulu teir basa vestmenningum, sum tá eisini kunnu gerast føroyameistarar við at vinna á Kyndil, um teir altso hava bast strandingum frammanundan. Karmarnir verða óivað í topp, sigur Karl Oddmar, sum vónar, at áskoðararnir hjá Neistanum fara at verða eins góðir sunnudagin, sum teir vóru í Vestmanna seinasta vikuskifti.