Formaður Fólkafloksins legði dent á, at brúk er fyri øllum fólkum.
- Vit søgdu í valstríðnum, at brúk er fyri øllum. Tað loysir seg fyri samfelagið, at allar kreftir sleppa at geva og eisini fáa. Vit eru øll ymisk, vit eru øll fólk við skerdum førleika, tí tað er so nógv, sum vit ikki duga, segði Jørgen Niclasen.
Og hann nevndi seg sjálvan sum eitt dømi.
- Pápi, sum tíverri fór alt ov tíðliga, skuldi hava húsini málað, nakað, sum hann ikki megnaði sjálvur. Hann var spurdur, hví hann ikki fekk synirnar at mála, men tað gekk ikki, tí ein sonur var í Kanada, ein annar í Grønlandi. Men hvat við tí yngsta? Nei, svaraði hann, tað gongur heldur ikki, trupulleikin er, at málingin ikki kan snakkast upp á húsið, segði Jørgen Niclasen.
Hann segði, at vit eiga at styrkja endurbúgvingina, øll hava sítt arbeiðsøki, øll eru góð til okkurt.
- Størri almenn arbeiðspláss skulu taka ímóti arbeiðskreftum við skerdum førleika, tí tað er ótrúliga umráðandi, at øll fólk í okkara samfelagi sleppa at vera við, segði Jørgen Niclasen.
Hann nevndi, at fyritíðarpensjónistar fingu lækka pensjónina, um tey fóru til arbeiðis, men tann straffurin er munandi minkaður, so tað loysir seg at fara til arbeiðis nú hjá teimum.
- Næsta stigið er at minka skattin hjá fólkapensjónistum so teir fara frá at missa 60 krónur fyri hvørjar 100, teir tjena, niður í 30 krónur – tað skal loysa seg at arbeiða, og tað er tá, at mann veruliga sleppur fram í samfelagnum. Jú fleiri vit eru um at lyfta, tess meiri megna vit at lyfta, segði Jørgen Niclasen
Gransking ikki bert útreiðsla
Hann hedur, at tað er neuðugt at fjølga um í samfelagnum, og tí eigur barnafrádrátturin at hækka, samstundis sum barsilsfarloyvið skal leingjast upp í eitt ár.
Og so kom formaðurin inn á eitt økið, sum nógv hevur verið tosað um seinastu tíðina. - Vit eiga at seta fokus á, at gransking er ikki bara er ein útreiðsla, vit skulu seta fokus á granskaravinnu, fokus á vinnumøguleikarnar í gransking, tí tað eru sanniliga inntøkumøguleikar har. Vit eiga at fáa sett fokus á gransking sum nakað, ið sanniliga kann gerast ein vinna, segði Jørgen Niclasen.
Eisini tá tað kemur til umhvørvispolitikkin eiga vit at hugsa øðrvísi.
- Vit eiga at fáa umhvørvispolitikkin til nakað, sum loysir seg, ikki bara leggja avgjøld á hetta og hatta. Vit skulu lata tað loysa seg, at brúka alternativa orku og ikki bara olju, lat tað loysa seg at virka fyri umhvørvinum. Tað, sum loysir seg er tað, sum fólkið vil fremja og tað er tann leiðin, sum førir landið fram, segði Jørgen Niclasen.
Formaðurin nam eisini við gjørdar og komandi privatiseringum.
- Vit skulu halda fram við privatiseringum, tí tað er rætta leiðin at ganga, men vit mugu fyrireika okkum. Einhvør kreppa hevur tað við sær, at hon endar, og tí mugu vit fyrireika privatiseringina av Atlantic Airways, Føroya Banka, Lívstryggingini og Húsalánsgrunnurin. Vit mugu halda eyga við marknaðinum, men tað má ikki steðga upp, segði Jørgen Niclasen.
Sama er við útlisiteringum, tær skulu halda fram, ikki í óðum verkum, men har tað loysir seg.
Boð tá á stendur
Nú stundar til kommunuval, og eisini har bjóðar Fólkaflokkurin seg fram.
- Vanliga er tað soleiðis, at tá tað gongur við hava vinstraflokkar vind í seglunum, men tá tað gingur ímóti er brúk fyri Fólkaflokkinum. Eingin ivi er um, at tað er brúk fyri Fólkaflokkinum í dag í kommununum, segði Jørgen Niclasen.
Hann vísti á Klaksvík sum eitt gott dømi.
- Har hevur borgarstjórin hjá Tjóðveldi sitið og sóla sær, meðan tað gekk væl, men nú fíggjarligur torusláttur rakar, er tað varaborgarstjórin, sum má í miðlarnar at úttala seg, segði Jørgen Niclasen.
So hann væntar, at fólk fara at hugsa seg um, tá tey fara at velja kommunuumboð, tí tað hevur týdning fyri tey, at Fólkaflokkurin situr við róðrið.
Viðvíkjandi politisku framtíðini verður hon sambært formanni Fólkafloksins ikki so løtt.
- Vit fáa einki politiskt frælsi saman við Sambandinum, og vit fáa einki búskaparligt frælsi saman við Tjóðveldi. Men vit gevast ikki á hondum, segði Jørgen Niclasen.
Hetta er fyrsta formansfrágreiðing hjá nýggja formanninum eftir at hann tók við fyri góðum ári síðani. Og hann tók soleiðis saman um:
- Eg fari at enda við at siga, at eftir gott ár í formanssessinum hevur tað verið ein sonn frægd, tí vit hava tað besta liðið, og í dag tað bestu landsstýrismanningina og bestu tingmanningina, bestu starvsstjórnina, bestu floksleiðsluna, besta fundarfólki, teir bestu stuðlarnar, og tað er ein sonn frægd, segði Jørgen Niclasen.