- Vit skulu ikki bakka fyri Sea Shepherd! Tað er boðskapurin frá Ólavi Sjúrðarberg, formanni í Grindamannafelagnum Hann sigur, at hóast Sea Shepherd eru komin til Føroyar, skulu føroyingar ikki halda uppat at vera føroyingar. - Vit skulu gera og liva sum vit plaga, hóast tey eru her.
Merkir tað, at vit skulu eisini drepa eina grind, ímeðan tey eru her? - Lat okkum fyrst fáa grindaboðini, so taka vit støðu haðani frá, sigur Ólavur Sjúrðarberg. Men hann heldur annars, at tað kann gera akkurát tað sama, hvat vit gera. - Drepa vit eina grind ímeðan tey eru her, fara tey at royna at fáa nakað burtur úr tí, til sín egna fyrimun. Drepa vit onga grind, fara tey at taka sær heiðurin fyri at eingin grind er deyð.
Formaðurin í Grindamannafelagnum vísir annars á, at skuldi ein grind komið, er heimild í lógini at avbyrgja alt grindaøkið, bæði á landi, á sjógvi og í luftini, og at nokta øllum óviðkomandi atgongd. Og er tað nakað, sum gera seg inn á grindaøkið á landi, á sjónum, ella í luftini, er tað eitt mál fyri løgregluna at taka sær av. Og tað ivast hann ikki í, at løgreglan fer at gera.
Men Ólavur Sjúrðarberg sigur, at vit skulu ikki bakka fyri Sea Shepherd, merkir tað ikki, at vit skulu lata tað koma til samanrestir. - Vit skulu ikki upp á nakran máta lata okkum provokera og vit skulu ikki upp á nakran máta provokera tey. Vit skulu ikki lata okkum draga niður á sama stig, sum tey eru á, sigur hann.
Nú eru nógvar summarstevnur og Ólavur Sjúrðarberg heldur kortini, at tað er ikki hóskiligt at halda eini grind til á einum stevnuøki.
Hann sigur annars, at tað hann veit, hevur tað verið stilt og friðarligt. Hann vísir eisini á, at Grindamannafelagið hevur gjørt eina nýggja heimasíðu sum eitur http://grindfacts.tumblr.com, og har eru ymsir upplýsingar um grind og grindadráp.
|