Ein avgerandi partur av stríðnum ímóti arbeiðsloysi og fráflyting er útbúgvingartilboð til bæði ung og tilkomin.
Tað heldur Búskaparráðið, sum í nýggjari frágreiðing mælir til at skapa enn fleiri útbúgvingarpláss í samfelagnum og at styrkja førleikamenningina av teimum ófaklærdu.
- Eitt amboð at fyribyrgja høgum og varandi arbeiðsloysi eru íløgur í útbúgvingarverkið sum heild, sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðingini, sum varð løgd fram mánadagin.
Búskaparráðið mælir millum annað til, at fleiri næmingar verða tiknir inn á miðnámsskúlarnar, at fleiri íløgur verða gjørdar í miðallangar og longri útbúgvingar í Føroyum, at fleiri almenn lærlingapláss verða stovnað, og at fólk, sum eru farin upp um fólkaskúlaaldur, kunnu taka fyrireikandi útbúgvingar til miðnám og aðrar útbúgvingar.
Flyta av landinum
Arbeiðsloysið í vesturheiminum er vaksið ógvusliga, síðani fíggjarkreppan byrjaði í 2007. Nógvastaðni hevur arbeiðsloysið ikki verið hægri síðani kreppuárini í 1930’unum.
Føroyar eru eisini raktar av búskaparligu afturgongdini, og við ársskiftið var arbeiðsloysið eitt skifti úti við 8 prosent, ið er tað hægsta, sum er skrásett í Føroyum síðani kreppuna í 1990’unum. Arbeiðsloysi er síðani tá líðandi minkað, og í juli mánaði varð arbeiðsloysi gjørt upp til 5,2 prosent - tað svarar til, at eini 1.400 fólk eru arbeiðsleys her á landi. Hetta er framvegis høgt í føroyskum høpi seinastu árini.
- Fyri samfelagið er sera óheppið, at øll arbeiðsmegin ikki er í arbeiði. Arbeiðsmegi, sum ikki er í arbeiði, er eitt tilfeingi, sum ikki verður nýtt í virðisøkingini. Arbeiðsloysi og tað at partur av arbeiðsmegini ikki verður nýttur til fulnar er ein ørsøk til lága búskaparvøksturin í Føroyum og aðrastaðni í vesturheiminum, sigur Búskaparráðið.
Ein onnur avleiðing av høgum arbeiðsloysi í Føroyum er, at fólk í størri mun flyta av landinum.
- Tá ið nógv arbeiðsloysi er í Føroyum, sæst vanliga, at fráflytingin veksur. Fólk flyta til grannalondini at leita eftir arbeiði ella at útbúgva seg, sigur Búskaparráðið, sum heldur, at hetta er ein orsøk til, at veruliga høgt arbeiðsloysi vanliga ikki verður skrásett í Føroyum, og at arbeiðsloysið er minkað seinastu tíðina.
Óvist við teimum ungu
Í nógvum europeiskum londum eru tey ungu serliga hart rakt av arbeiðsloysinum. Uppgerð hjá altjóða felagsskapinum OECD vísur, at arbeiðsloysið millum tey, sum eru 15-24 ára gomul, er sera høgt nógvstaðni.
Í Danmark var ungdómsarbeiðsloysið í fjør 14,2 prosent, í Noregi 8,6, í Íslandi 14,6, í Svøríki 22,9 og í Finlandi 18,9. Miðalarbeiðsloysið fyri tey ungu í Europa var í fjør 20 prosent.
Tí ljóðar tað ikki eins ræðandi, tá ið mett verður, at ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum er millum 5 og 6 prosent, men Búskaparráðið sáar iva um hesi tøl. Búskaparráðið heldur, at veruliga arbeiðsloysið millum ung í Føroyum kann verða hægri, enn almennu skrásetingarnar benda á.
- Til dømis taka fleiri ung útbúgvingar, hóast tey helst høvdu viljað verið í arbeiði. Í øðrum lagi
kunnu ung vera farin úr skrásetingunum hjá Arbeiðsloysisskipanini, orsakað av at tey hava
verið í skipanini ta tíð, sum tey hava rætt til. Í triðja lagi er hugsandi, at ung ikki eru
skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini orsakað av, at tey hava ikki havt arbeiði tíðina, sum
krevst fyri at verða skrásettur í skipanini, vísur Búskaparráðið á.
Búskaparráðið mælri til, at skrásetingar hjá ALS, Almannastovuni, Mentamálaráðnum, TAKS, Landsfólkayvirlitinum og Manntalskanningini verða samankoyrd, so at greiða fæst á veruliga ungdómsarbeiðsloysinum í Føroyum, og røttu tiltøkini harvið kunnu verða sett í verk.
Styrka útbúgvingarstovnar
Búskaparráðið mælir til, at útbúgvingartilboðini til tey ungu verða raðfest enn hægri. Ráðið heldur, at tað almenna skal skapa fleiri pláss á miðnámsskúlunum og á teimum miðallongu og longu útbúgvingunum.
- Flestu játtaninar til miðnáms- og tekniskar skúlar eru hækkaðar nakað í 2012. Mælt verður til, at hendan gongdin heldur fram, soleiðis at fleiri næmingar kunnu takast inn skúlaárið 2013-14. Fleiri skúlar hava munandi fleiri umsóknir, enn teir kunnu taka næmingar inn, sigur Búskaparráðnum.
Tøl frá Mentamálaráðnum vísa, at av umleið 1400 umsøkjarum, sum søktu um upptølu á miðnámi varíð 2012, vóru omanfyri 100 skikkaðir umsøkjarar, sum ikki vórðu upptiknir á skúla, tí ov fá pláss vóru útbúgvingunum.
- Tað er sera umráðandi, at ung, sum ikki finna sær eitt arbeiði, fáa møguleikan at taka miðnámsútbúgving ella aðra útbúgving, sigur Búskaparráðið.
Ráðið mælir eisini til, meira peningur verður játtaður til hægri útbúgvingarstovnar, soleiðis at teir fáa tikið fleiri næmingar inn – eitt nú at Fróðskaparsetrið verður styrkt.
Hjálpa ófaklærdum
Tøl frá Arbeiðsloysisskipanini vísa, at umleið helmingurin av teimum, sum eru arbeiðsleys, hava ikki aðra útbúgving enn fólkaskúlaútbúgvingina. Úti við 60 prosent av teimum arbeiðsleysu, sum eru yvir 40 ár, hava bert fólkaskúlaútbúgving.
Ábendingar eru um, at arbeiðsloysið millum tey ófaklærdu í stóran mun stavar frá bygnaðarligum broytingum. Færri ófaklærd arbeiðspláss eru tøk í búskapinum nú, tí ávísar vinnur eru minkaðar seinastu árini.
- Tørvurin at byrja skipan við førleikamenning til fólk, sum hava lítla ella onga formliga útbúgving, er eyðsýndur, sigur Búskaparráðið og vísur á, at Arbeiðsloysiskipanin ger ymisk átøk fyri tey ófaklærdu, og at hesi átøk eiga at halda fram og verða styrkt.
Millum annað skulu ófaklærd kunna taka fyrireikandi útbúgvingar til miðnám og aðrar útbúgvingar. Arbeiðsloysisskipanin hevur í samstarvi við Mentamálaráðið og kvøldskúlar gjørt eina roynd við 10. floksfrálæru um dagin, og hetta lukkaðist so væl, at hildið verður fram við hesum í heyst í Havn og í Runavík.
- Førleikar eru til staðar í landinum – til dømis á kvøld- og miðnámsskúlum – at bjóða tílíkar útbúgvingar og víðariútbúgvingar. Tað nýtist tí ikki at gerast serstakliga kostnaðarmikið at fara undir tílíka skipan í Føroyum, sigur Búskaparráðið.
Starvsvenjingar kunnu eisini hjálpa arbeiðsleysum at koma víðari og finna nýggj arbeiði, og ALS hevur gjørt nógv við starvsvenjingar seinastu tíðina.
Lærlingapláss
Privatar fyritøkur og almenn partafeløg taka javnan inn lærlingar, men sum er eru sera fá lærupláss í almennum stovnum og ráðum. Sambært skráseting hjá Gjaldsstovuni eru umleið 10 lærupláss í almenna geiranum – tá eru heil- og hálvalmenn partafeløg, Strandfaraskip Landsins og ellisheim ikki tald við.
- Ein háttur at minka arbeiðsloysi – serliga millum ung – er tí at stovna fleiri almenn lærupláss. Umhugsað eigur eisini at verða at eggja privata vinnulívinum at stovna fleiri nýggj lærupláss, sigur Búskaparráðið, sum nevnir møguleikan at stuðla privatum fyritøkum og lærumeistarum fíggjarliga, um tey taka inn lærlingar.
- Stuðulin kann veitast sum beinleiðis fíggjarligur stuðul, ella við at tað almenna rindar størri part av lærlingalønunum ella av lønunum í skúlatíðini. Tílikar skipanir kunnu verða settar í verk eftir lutfalsligari stuttari tíð og áttu ikki at kravt nógv fyrireikingararbeiði. Tiltakið er sjálvsagt treytað av, at neyðug fígging verður tøk, sigur Búskaparráðið.
Tilráðingarnar hjá Búskaparráðnum leggja stóran dent á, at íløgur í útbúgvingarverkið sum heild ikki bert kunnu minka um arbeiðsloysi, men eisini eru ein háttur at fyribyrgja fráflyting úr Føroyum.
Myndatekstur:
Útbúgving er ein avgerandi partur av stríðnum ímóti arbeiðsloysi og fráflyting, heldur Búskaparráðið
***
Størst millum tey elstu
Stórur munur er á, hvussu arbeiðsloysið er í ymisku aldursbólkunum. Størsta arbeiðsloysið er millum tey elstu og minst millum tey í miðjum árum. Hetta er umleið sama mynstrið sum í juli í fjør. Lutfalsliga er størsta minkingin í arbeiðsloysinum millum tey 25-34 ára gomlu, og minst minkar tað millum tey 45–54 ára gomlu.
****
5,4 %
Árstíðarjavnaðað talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.454 í juli, ið er 39 færri enn í juni mánaða. Tað svarar til, at arbeiðsloysið er minkað úr 5,6 til 5,4%. Fyri einum ári síðan var talið av fulltíðararbeiðsleysum 1.812, svarandi til 6,4%. Tað vísur uppgerð hjá Hagstovu Føroya.