Fyri einum ári síðani fekk hann ein amerikumann at taka mynd av sær og familju síni ovast á World Trade Center í New York.
Nú øtast um ræðuliga álopið á sama bygning, sum eftir øllum at døma hevur kravt fleiri túsund mannalív.
? Hetta er verri, enn tú nakrantíð hevði kunna ímyndað tær fór at henda. Tað er blint hatur, sum fær fólk at gera slíkt, og tað vísir, at vit eiga at taka muslimsku hóttanina í nógv størri álvara, enn vit hava gjørt.
Tað sigur Jenis av Rana, sum er tingmaður fyri Miðflokkin. Hann er eisini limur í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum og hevur stóran áhuga fyri átrúnaðarligum viðurskiftum.
? Tað er vandamikið at fara lættliga um muslimsku hóttanina. Vit verða noydd at verja okkum og vera meira varin. Teirra hugsunarháttur og trúgv er so avskeplað, at tað er vandamikið fyri fría heimin, heldur hann.
? Tað sigur nógv um hesar fundamentalistar, at tú kanst fáa fólk at trúgva, at um tey renna eitt flogfar inn í ein bygning í USA, so sleppa tey beinleiðis í paradís.
Stórur munur á trúgv
Tingmaðurin fyri Miðflokkin heldur, at muslimska hóttanin alt ov leingi hevur verið bagatelliserað.
? Vit síggja børn og ungfólk steina í Miðeystri, men so verður bara sagt, at hatta hevur einki at týða, tí hatta hava ísraelsmenn uppiborið. Hinvegin var ein týskari tikin í Svøríki, tí hann hevði tveitt við gróti, tá ein aljóða fundur var har. Hann fekk eitt hálvt ár í fongsli.
? Hetta vísir, hvussu stórur munur er á samfeløgum, og hvussu ymiskur hugsanarhátturin og trúgvin er. Eg veit væl, at allir muslimar eru ikki eins, men teirra skriftir læra, at teir skulu drepa fyri sína trúgv. Tað er í stórari mótsøgn til kristnu trúnna, sum byggir á kærleika og fyrigeving, sigur Jenis av Rana.
Ósek mugu ikki líða
Jenis av Rana heldur, at tey, sum framdu og høvdu ábyrgdina av álopinum í USA, eiga at finnast og verða drigin til svars fyri sínar gerðir.
? Men fer vesturheimurin nú at hevna seg inn á ósek fólk, so eru vit einki petti frægari enn tey fólkini, sum framdu álopið í USA, sigur hann avgjørdur.
? Tað eigur at bera til hjá einum framkomnum hervaldi at finna tey seku, uttan at tað skal ganga út yvir ósek fólk í til dømis Afghanistan. Fólk har á leið líða nóg mikið sum er.
Jenis av Rana heldur tó, at føroyingar eiga at stuðla teimum, sum stríðast fyri fólkaræðinum.
? USA gongur við øllum sínum feilum og manglum á odda fyri fólkaræðinum, og tí skulu vit stuðla teimum. Víst er tað neyðugt, at vit verja okkum betri, og víst er tað neyðugt, at vit stríðast ímóti teimum, sum leypa á fólkaræðið, sigur Jenis av Rana.