Tað hevur elvt til álvarsama innanhýsis ósemju í Tjóðveldi, at kreftir í flokkinum við Unga Tjóðveldi á odda krevja, at tað kemur at standa í stevnumiðum floksins, at samkynd skulu hava sama rætt til at ganga í hjúnalag sum hinskynd.
Flokkurin fevnir breitt, tá tað ræður um átrúna og etisk virði. Øðrumegin standa ungu humanistarnir við kjølfesti serliga í Havn og hinumegin standa trúgvandi, kristnu veljararnir, typiskt tilkomnir flokslimir uttan fyri Havnina.
Tískil vil eitt mál sum borgarlig vígsla av samkyndum altíð elva til hart, kensluborið stríð og í ringasta føri klovning í flokkinum. Tað sama er galdandi í øðrum flokkum, serliga í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, men Tjóðveldi er í tí serligu støðu, at flokkurin er í holtur vi at dagføra 65 ára gomlu stevnumið floksins.
Trupult og gott
Tað er ongin ivi um, at intensivt og dugnaligt lobbyarbeiði hjá LGBT saman við broytingarrákum uttaneftir til frama fyri samkynd er orsøk til, at ein partur av sjálvum floksapparatinum nú er til reiðar at trumfa rættindini hjá einum ávísum samfelagsbólki beinleiðis inn í stevnumið floksins.
Men Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur als ikki, at slík lobbyisma er nøkur fólkaræðislig hóttan, hóast hann ikki dylir, at málið er sera trupult at handfara hjá honum sum floksleiðara.
- Ja tað er rætt, at tað er torført at koma við nakrari lættskiltari orðing, ið sameinir sjónarmiðini í flokkinum. Men kortini haldi eg, at tað er sera gott, at hetta málið er vorðið eitt sentralt tema innanfloks. Tí tað snýr seg grundleggjandi um frælsi, og tað er tað, sum eisini er alt grundarlagið undir Tjóðveldi.
- Her snýr tað sum um frælsi og rættindi hjá einum bólki at kunna liva og virka í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur. Samstundis skal flokkurin eisini rúma frælsinum hjá teimum trúgvandi at hava eina øðrvísið áskoðan á samkynt hjúnalag. Tað er í veruleikanum ongin mótsetningur í hesum, men kynstrið hjá flokkinum og mær sum formanni er at finna javnvágina, tí frælsið hjá einum parti má ongantíð gera seg inn á frælsið hjá einum øðrum parti, sigur Høgni Hoydal og leggur afturat:
- Eg haldi, at lobbyisma av hesum slagnum er so týdningarmikil fyri fólkaræðið, at vit eiga at lynna undir hana heldur enn at køva hana, sjálvt um hon ofta kann hava stórar innanfloks avbjóðingar við sær.
Pengar stýra
Líka so avgjørdur, sum hann stuðlar lobbyvirksemi hjá bólkum, ið arbeiða fyri javnstilling av rættindum og berjast fyri veikum samfelagsbólkum, líka so sannførdur er Tjóðveldis-formaðurin um, at allar antennur og paradur eiga at vera uppi, tá eitt annað slag av lobbyismu ger um seg, nevniliga tann peningastýrda lobbyisman.
- Eg geri greiðan skilnað ímillum lobbyismu, sum virkar fyri javnrættindum, og lobbyismu, sum arbeiðir fyri seráhugamálum. Hetta seinna hevur tíverri altíð havt fríar ræsur í Føroyum, tí politiska skipanin er so veik. Men ongantíð hevur lobbyin verið so peningasterk sum nú, og hennara rástyrki sæst eisini beinleiðis aftur í lógarverki og umsitingarligum mannagogndum. Eitt nú eru tær seinastu broytingarnar í alilógini og aliumsitingini at rokna sum reinar lex Bakkafrost, og uppsjóvarvinnan hevur ovurhonds vald, tá pelagiska tilfeingið verður býtt, staðfestir Høgni Hoydal.
- Í Danmark verður ofta tosað um, hvussu stórt vald A. P. Møller hevur, men um tú hyggur at peningaliga lutfallinum, so er pelagiska vinnan og alivinnan hvør sær 100 ferðir sterkari í Føroyum enn A. P. Møller er í Danmark, sigur hann.
Vald kann avmarkast
Tjóðveldisformaðurin ásannar, at tað er lítið at gera við peningasterku lobbyismuna, sum longu er har, men hann heldur, at hennara vald kortini kann avmarkast í sjálvum lógarsmíðnum.
- Tað er at fáa lobbyina fram í ljósið. Tað kann millum annað gerast við meira umfatandi og betri skipaðum hoyringum í sambandi við lógarsmíð. Tá tað ógvusliga peningaliga valdið liggur og stýrir aftanfyri, er tað ikki tann demokratiska prosessin, ið ger av, hvussu lógir og reglur koma at síggja út, men vit kunnu avmarka vandamiklu ávirkanina við sjálvi at senda boð eftir teimum lobbyistunum, ið eru viðkomandi at lurta eftir, sigur Høgni Hoydal.
- Tá tað kemur til fiskivinnulóggávuna, so hava vit í nógv ár barst fyri, at endavent henni. Bæði fyri at geva eina rættvísari atgongd til okkara tilfeingi, men so sanniliga eisini fyri at gera hana minni viðkvæma mótvegis pengasterkum lobbyistum. Lógin um vinnuligan fiskiskap, sum hon sær út nú, letur upp fyri trýsti á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, tí lógin gevur honum alt ov víðar heimildir. Soleiðis hevur tað altíð verið í føroysku fiskvinnuni. Upp gjøgnum 1980’ini runnu áhugamálini hjá reiðarunum og Fiskimannafelagnum saman, tí tað loysti seg betri í felag at leggja trýst á landsstýrið fyri at fáa sømdir, enn við sínamillum samráðingum, staðfestir hann.