- Vit standa saman sum eitt lið

Ein av veteranunum hjá VÍF, Harald Bjørgvin, heldur, at ein tann størsti styrkurin hjá nýklaktu føroyameistarunum er, at teir standa saman sum eitt lið.

Harald Bjørgvin sigur, at tað hevur ofta verið so í VÍF, at bakkarnir hava skotið kanska eini tíggju mál í part, men nú vóru bakkarnir burtur, og so var neyðugt hjá teimum at standa saman sum eitt lið, og tað var hetta, ið bar VÍF fram til meistaraheitið.

Kapping um plássini
Harald Bjørgvin sigur, at tað hevur verið hørð kapping um plássini í VÍF, og tað hevur givið úrslit.
- Vit byrjaðu tíðliga at fáa skaðar, og teir menninir, sum traðkaðu til, hava ikki staðið nakað aftan fyri hinar, so tað sást ikki aftur á liðnum Tá ið so hinir komu aftur í aftur, hava vit havt stóra breidd, og heildin hevur verið rættuliga kompakt, og kappingin um plássini hevur gjørt allar mans betur, sigur Harald Bjørgvin.
- Vit hava havt ein breiðan hóp, og vit hava havt øgiliga góða venjing, og tað hevur borið okkum fram. Vit hava vant nógv í ár, og sum heild hevur uppmøtingin verið sera góð, sigur veteranurin.
- Vit hava eisini verið ógvuliga stabilir í dystum. Vit hava í veruleikanum bert hava eina ordiliga down-periodu, og tað var í einum dysti, har vit ikki høvdu ráð til tað, nevnliga í steypafinaluni, sigur Harald Bjørgvin.
Sjálvur minnist Harald Bjørgvin ikki, hvussu nógv meistaraheiti hann nú hevur vunnið við VÍF, men spurdur um hetta er tað seinasta sigur hann:
- tað veit eg ikki enn. Triðja barnið er á veg, og hondbólturin krevur nógva tíð. Hinvegin haldi eg, at eg dugi rættuliga væl at verða hjá familjuni, tá ið eg kann. Eg havi tó ikki tikið nakra avgerð enn um komandi ár, sigur Harald Bjørgvin at enda.