Vit uppliva eina heilt nýggja ølmentan

Tá mongu mikrobryggjaríini komu fram í Danmark, elvdi tað til, at eisini føroyingar gjørdust meiri áhugaðir í øli. Hesa avbjóðing tók Føroya Bjór upp, og er síðani komið fyri fleiri nýggjum ølsløgum. Nýggjasta ølrøðin er St. Bridget, sum verður bryggjað í fýra ymiskum sløgum, og hóast kappingin er hørð – nú kemur eisini eitt nýtt føroyskt bryggjarí á marknaðin – og fíggjarkreppa herjar, so er stjórin, Einar Waag, ikki bangin fyri kappingini. – Vit hava klárað okkum í meri enn 120 ár, so vit fara at ríða hendan stormin av eisini, sigur stjórin á Føroya Bjór

Føroya Bjór hevur meiri enn 120 ár á baki, og í útvið ein triðing av hesi tíðini – smá 40 ár – hevur Einar Waag yngri verið stjóri í fyritøkuni.

Hvat heldur hann er størsta broytingin hesi árini, hann hevur verið stjóri?

- Tað eru so nógvar broytingar farnar fram hesi árini, men skal eg taka eina broyting fram um, má tað vera 1980, tá lógin varð broytt, so bryggjaríini fngu loyvi at bryggja sterkt øl. Harnæst má eg nevna 1992, tá skeinkiloyvini komu og tá Rúsdrekkasøla Landsins kom, sigur Einar Waag.

Hesar lógarbroytingar broyttu sum vera man gerandisdagin hjá Føroya Bjór.

- Undan 1980 høvdu vit bert loyvi at bryggja ljóst øl, og broytingin kom rættiliga knappliga, so vit máttu undir stórar útbyggingar beinanvegin tá, sigur Einar Waag.

Ein avleiðing av hesi broytingini var, at sølan av ljósum øli minkaði niður í nærum einki, og har hevur hon hildið sær meri ella minni øll árini.

- Tað tók sína tíð at vinna inn á marknaðin í kappingini við tað danska ølið, men tá vit koma fram móti 1990, var innflutningurin av donskum øli komin heilt niður á 10% av samlaðu søluni í Føroyum, sigur Einar Waag.

Hann sigur, at teir vóru hampiliga væl fyrireiðkaðir at fara undir brygging av sterkari øli, tí teir høvdu útbygt bryggjaríið nakað áðrenn, og teir høvdu eisini eina lutfalsliga nýggja tappimaskinu.

- Tað einasta sum manglaði, var goymsluplássið og tangar. Og tað var tað, sum vit fóru í holt við beinanvegin tá, sigur Einar Waag.

Fyrstu tíðina var tað ikki bara sum at siga tað at fáa hendur í einum kassa av sterkum øli.

- Vit høvdu framman undan goymslur kring landið, og tað blivu somu goymslurnar, sum fóru at selja sterka ølið. Men tað var ein trupul framferðarháttur hjá fólki at keypa øl. Tað var neyðugt at bíleggja dagin fyri, gullølið var rationiserað og tú skuldi hava rationeringskort, tú skuldi vísa skattakvittan á posthúsinum, tá tú rindaði fyri ølið, og tá fyrstani kundi tú fara á goymsluna eftir ølinum, sigur Einar Waag.

 

Fleiri sløg

Men mannagongdin var kortini ikki truplari enn so, at fólk vistu, at tá tey bíløgdu ein kassa av øli, fingu tey hann dagin eftir.

Undan tí skuldu fólk jú bíða upp í fleiri vikur viðhvørt eftir, at kassarnir skuldu koma við skipi úr Danmark, so tað var eitt framstig við lítlari og ongari bíðtíð, eins og tær ikki nýttist at keypa meiri enn ein kassa á gangin, sigur Einar Waag.

Hartil kom so eisini, at føroyska ølið var munandi bíligari.

Men størsta broytingin kom kortini í 1992, tá loyvt varð at skeinkja sterkt á skeinkistøðum, eins og rúsdrekkasølur lótu upp kring landið.

- Ja, tað var ein rættiliga kollvelting, tí bar knappliga til hjá fólki at keypa seks øl ella eina einstaka fløsku, og tað var nakað heilt nýtt. Rúsdrekkasølurnar merktu eisini, at tað gjørdist líka lætt at fáa fatur á útlendskum øli, so tann sølan vaks aftur upp til áleið 15% til 20%, og har hevur hon so ligið síðani, sigur stjórin á Føroya Bjór.

Sum tíðin leið vuksu ølsløgini, sum blivu bryggjað.

- At byrja við bryggjaðu vit bert veðr og gull. So kom Slupp-øl nakað seinni, síðani Black Sheep og Klassik. Eisini fóru vit at bryggja Portaran. Síðani hava vit bryggjað ymisk sløg fram til í fjør, tá vit fóru undir eina heila røð, sigur Einar Waag.

Hann sigur, at fólk kravdu ikki so nógv at byrja við.

- Tað var ikki fyrr enn smáu bryggjaríini í Danmark komu fram, at fólk fóru at krevja meira, og tað royndu vit so at eftirlíka. Tað ber næstan til at siga, at tað kom ein heilt nýggjur ølmentan. Fólk byrjaðu at tosa um belgiskt øl, og eingin ánaði, hvat tað var fyri nakað fyrr. Nú vilja fólk hava myrkt øl, beiskt øl og sterkt øl, sigur Einar Waag.

Men eitt er, at føroyingar flyta inn útlendskt øl, hvussu er við útflutningin hjá Føroya Bjór?

- Vit ganga út frá, at sølan í Føroyum minkar, og tí arbeiða vit meiri við sølu til útflutning, og tað verður so í fyrsta umfari Danmark. Har búgva jú 5 milliónir fólk, og vit hava verið hampiliga væl inni har, og nú royna vit at koma odriliga inn aftur har, sigur Einar Waag.

Hann sigur, at teir eisini hyggja at Íslandi alla tíðina.

- Vit hava sjálvandi trupulleikar av dósum, og eg ætli mær ikki at koma inn á Íslandssáttmálan og einaferðs pakning, tað loysir seg ikki at umtala, tí tað er eingin endi á, hvat politikarar og teirra embætisfólk kunnu finna upp á. Vit vita ongantíð, hvar vit hava teir, sigur Einar Waag.

 

 

St. Bridget til heiðurs

Tað hevði sína søgu, at Føroya Bjór av fyrstan tíð fór undir at bryggja nýggj sløg av øli.

- Slupp ølið var hitt fyrsta, og tað var upp undir eina ólavsøku, at teir, sum riggaðu sluppina til, ynsktu eitt serlit øl, og tað endaði so við Sluppølinum. Tað gjørdist tó so væl umtókt, at vit hildu fram at bryggja tað, sigur Einar Waag.

Sluppøl er ein øl, sum er myrkari enn vanliga gullølin við meiri malti og litmalti, og tað er eisini ein øl, sum er væl dámd millum manna. Black Sheep ølin var seliga ætlað til útflutning, og hon varð eisini væl móttikin, serliga í Keypmannahavn. Og tá talan er um serligar øl, slepst ikki uttan um jóla- og páskabryggjunum.

- Páska- og jólabryggið eru fyri so vítt eitt danskt fyribrigdi, sum gongur heilt aftur í 1890-ini, og eg haldi meg minnast, at vit byrjaðu við páskabrygginum í 1982, og jólabryggið hevur helst verið um ta tíðina eisini, sigur Einar Waag.

Í fjør vór Føroya Bjór so undir eina nýggja røð av øli, sum fekk navnið St. Bridget, og sum fæst í fýra variantum.

- 17. mars var St. Patrick’s Day, sum er írski tjóðardagurin. St. Patrick er størsta halgimenni í Írlandi, men har er eisini eitt kvinnuligt halgimenni, sum kallast St. Bridget. Tá á vit valdu at gera eina røð av ølum, skuldu vit finna eitt navn, og tá vit einki føroyskt funnu, valdu vit St. Bridget, sigur Einar Waag.

Søgnin sigur, at St. Bridget var ein nunna, sum gjørdi baðivatnið hjá sær um til øl til munkarnar at drekka, og tað er hon kend fyri í Írlandi. Hon verður mett sum næst mætasta halgimenni eftir St. Patrick í katólska Írlandi.

Við til søguna um mennan av føroysku ølsløgunum hoyrir eisini avbjóðingin í at kappast beinleiðis í jøvnum føti við influtta danska ølið.

- Til dømis komu donsku bryggjaríini við einari klassik, og tá vit høvdu hugt at hesari ølinum í eini tvey ár, fóru vit undir at gera okkara egnu klassik-øl. Tað vísti seg, at hin var fult so góð sum hinar, og vit hava meginpartin av tí marknaðinum av tí ølinum í dag, sigur Einar Waag.

So Føroya Bjór fylgir við allastaðni, har teir síggja ein møguleika.

 

Eisini sodavatn

Tað er heldur ikki bara at siga tað, at fara undir eitt nýtt ølslag.

- Vit hava samband við ráðgevarar. Vit hyggja eftir, hvussu ein serlig øltypa skal gerast – og tað eru traditiónir fyri tí – og antin spyrja vit ráðgevan, ella royna vit sjálvi fyrst, sigur Einar Waag.

Vanliga mannagongdin er, at royndir í smáum nøgdum verða gjørdar, og mislukkast tað, verður hetta ølið bara koyrt burtur, men sum oftast lukkast tað fyrstu ferð.

- Tað ber til at variera ølið við ymiskum maltsløgum og ymiskum humlusløgum. Eisini ber til at nýta ymiska gering, bæði undirgering og yvirgering, so har eru nógvir møguleikar, sigur Einar Waag.

Men Føroya Bjór er ikki bert øl, teir bryggja eisini sodavatn norðuri í Klaksvík.

- Vit fingu nokk so tíðliga fatur í Jolly merkinum, Jolly Cola æt tað fyrr, og tað hevur verið ein týðandi táttur í okkara sodavatnsframleiðslu og er tað enn. Í dag framleiða vit trý sløg av Jolly-røðini, Jolly Cola, Jolly Time og Jolly Orange. Og so ikki at gloyma Sisu-merkið, sum selur ógvuliga væl í løtni, sigur Einar Waag.

Teir framleiða eisini onnur sløg, og nøkur hava teir verið noyddir at taka úr framleiðslu aftur, tí teir fingu trupulleikar við strangari krøvum til litevnini, teir brúktu í sodavatninum.

- Tað uppstóð illgruni um, at summi av litevnunum vóru vandamikil at brúka, og vit valdu so at taka tey sløgini úr framleiðslu. Vit hava so ikki en funnið onnur sløg av litevni til tey sløgini, sum eitt nú eru grøna og gula sodavatnið, so tey verða ikki framleidd í løtuni, sigur Einar Waag.

Í øðrum førum hevur tó eydnast at finna onnur náttýrlig og vandaleys litevni at lata í, eitt nú í hindber sodavatnið.

Nakað, sum hevur vundið meiri og meiri upp á seg hesi seinastu árini, er sukurfrítt sodavatn. Eisini Føroya Bjór framleiðir hesi sukurfríu sløgini. Hetta hevur fyri ein part verið roynt í Danmark við ølinum, men er hetta nakað, sum Føroya Bjór hevur ætlanir um í sínum øli?

- Nei, tað er ikki nakað, vit hava gjørt nakað við. Tað eru nógv ár síðani, at amerikanska bryggjaríið, Miller, kom við teirri fyrstu Miller Light, og tað hevur verið ógvuliga væl umtókt í USA. Í dag sigst mest selda ølið í heiminum vera Bud Light (Budweiser, red.). Stóra danska bryggjaríið gjørdi eina roynd í fjør, men hon eydnaðist einki serligt. Eg haldi, at danska ølið er so lætt í sær sjálvum, at tað ikki loysir seg, at gera eina serliga Light øl, sigu Einar Waag.

 

Djørv avgerð

Føroya Bjór hevur alla sína tíð – við fáum tíðarbilum til undantak – havt kapping frá føroyskum bryggjaríum. Fyri tíð síðani læt so Restorffs í Havn aftur, men nú er greitt, at eitt nýtt bryggjarí um stutta tíð letur upp á Velbastað. Hvussu sær Føroya Bjór upp á hesa kappingina?

- Tá tú nú spyr um hetta, so skal eg svara. Vit høvdu annars ikki ætlað at gera viðmerkingar yvirhøvur. Tað var ikki nakað nýtt, at Høgni Jensen skuldi byrjað at bryggja, hann fekk jú bryggiloyvi fyri einum trimum árum síðani. Tað sum hinvegin undraði eitt sindur, var áloypandi hátturin, hann kunngjørdi hetta upp á á forsíðuni í Sosialinum, sigur Einar Waag.

Hann sigur tó, at tað jú eisini kann vera ungi blaðmaðurin, sum hevur valt at gera søguna til eina sensatión.

- Tað er sera djarvt at koma inn nýggjur á ein marknað, sum er fult mettaður, har kappingin er øgilig, og har sum vinningurin er minkaður heilt munandi seinastu árini. Vit hava verið í hesi vinnuni í meiri enn 120 ár nú, og vit hava kappast við teir størstu tað mesta av tíðini, og í dag er kappingarneytin tann fjórðstørsti í heiminum, sigur Einar Waag.

Hann sigur tó, at tað eisini sæst nakað positivt í hesum, tí tá bryggjaríið á Velbastað kemur í gongd, fer tað av geva nógva umrøðu.

- Og tað fer heilt givið at geva størri áhuga fyri øli, og tað fer at verða til fyrimunar, bæði fyri vinnuna og fyri brúkaran. Tað sigst jú, at kapping er sunn, og vit vilja sjálvandi ynskja teimum vælkomnum á marknaðin, sigur Einar Waag.

Avbjóðingar standa altíð fyri framman, og í løtuni arbeiðir landsstýrið við einari nýggjari lóg, sum gevur bryggjaríunum loyvi at bryggja sterkari øl enn loyvt er í løtuni.

- Vit hava søkt um at bryggja sterkt øl til útflutnings í mong Harrans ár, men politikararnir hava nú tvær ferðir lagt onnur uppskot fram, sum eftir okkara metan bara elva til rumbul í Tinginum, tí tað eru so nógv tingfólk, sum eru ímóti at nevna orðini øl og alkohol. Nú fyriliggur eitt uppskot um, at brygjaríini skulu sleppa at bryggja sterkt øl, men bara Rúsan skal sleppa at selja tað í Føroyum, sigur Einar Waag.

Har hevur Føroya Bjór meldað púra greitt út, at eitt slíkt uppskot hevur ongan áhuga hjá teimum. Og orsøkin er greið.

- Við hesum uppskotinum fáa vit einki burtur úr tí. Tað fer at koma ein rúgva av útlendskum øli inn á marknaðin, og tað, at vit sjálvi ikki sleppa at selja okkara egnu framleiðslu ger, at tað ikki loysir seg hjá okkum, sigur Einar Waag.

 

Til reiðar til framtíðina

Tað eru bert fáir dagar síðani, at ein nýggjur bygningur í Havn varð latin Føroya Bjór, men hvat skal bryggjaríið brúka hendan bygningin til?

- Ja, Articon handaði ein bygning til okkara næstseinasta fríggjadag, ein væl út hondum greiddur bygningur. Vit hava ætlanir um at flyta nakað nógv av goymsluni úr Klaksvík til Havnar, soleiði at vit fáa útbygt og betra um maskinparkina hjá okkum. Eisini hava vit ætlanir um at kunna brúka hann sum goymslu fyri tollfríar vørur, tí í løtuni skulu vit gjalda avgjald av okkara øli, tá tað kemur úr maskinunum, og tað kunnu ganga nógvir mánaðir til vit kunnu selja tað, sigur Einar Waag.

Tankin er, at brúka bygningin til eitt vøruhotell, eisini fyri útflutningi, og møguliga eisini fyri tær vørur, teir innflyta til sølu á heimamarknaðinum.

Men hvussu er so tøknin og kapasiteturin hjá Føroya Bjór at taka ímóti einari møguligari avbjóðing at bryggja sterkari øl?

- At brygja fleiri sløg av øli hevur meiri við planlegging at gera. At gagnnýta bryggjaríið og tangarnar til fulnar. Tað, sum kanska er mest tvørligt er, at vit skulu goyma so nógv ymisk sløg av liðugtvøru, og tað tekur nógv pláss. Men í framleiðsluhøpi er tað ikki so ringt at fáast við, tað snýr seg alt um planlegging, sigur Einar Waag.

Føroya Bjór hevur bryggjarí í Klaksvík og goymslur kring landið, so hvussu nógv fólk arbeiða hjá Føroya Bjór?

- Ja, her í Klaksvík eru vit 17 fólk, og tilsamans við goymslunum eru vit helst eitt stað millum 35 og 40 fólk tilsamans. Hetta er eitt hampiliga sórt arbeiðspláss í Klaksvík og gjøgnum tíðirnar kunnu vit siga, at tað eisini hevur verið eitt rættiliga støðugt arbeiðspláss, sigur Einar Waag.

- Við harðari kapping frá útlondum og skjótt heimligari kapping eisini, samstundis sum ein kreppa tykist hótta, hvussu metir stjórin á Føroya Bjór so um framtíðina?

Vit hava klárað okkum í 120 ár undir harðari kapping móti nógvum stórum bryggjaríum, og vit rokna við, at vit fara at merkja hesa kreppuna. Hon verður kanska enntá verri enn í 90-unum, men vit síggja ljóst upp á tað, og vit rokna við at klára hetta eisini, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.