VIT við dansitónleiki

Leygarkvøldið verður bólkurin, VIT, at hoyra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði VIT varð stovnaður fyri nøkrum mánaðum síðandi av frítíðartónleikarum, sum tó hava staðið á palli í mong ár. Fyrst og fremst hevur bólkurin lagt seg eftir at spæla kendan og dansivinarligan tónleik. Í bólkinum eru Ingun Joensen, sang, Jákup Alberg Eliasen; guitar, banjo & sang, Óla Jákup Joensen; bass & sang, Rói Eliasen; keyboard og Súna Eliasen, sum spælir trummur.