– Vit vita, hvat vit skulu gera...

...og latið okkum hugsavna okkum um at gera tað

Orðini eigur Poul Nyrup Rasmussen, stovnari av Headspace Danmark, í setanarrøðu síni á Nordic Headspace ráðstevnuni 2025. Á ráðstevnuni savnaðust felagsskapir, ung, politikarar og serfrøðingar við tí endamáli at deila vitan, royndir og at saman finna loysnir at basa mistrivnaða millum ung. Umboð úr Sinnisbata luttóku á ráðstevnuni, sum í ár varð hildin á Christiansborg í Keypmannahavn. 

 

Á ráðstevnuni varð nýggjasta granskingin um sálarheilsu hjá ungum løgd fram. Granskingin staðfestir enn einaferð, at tað riggar at seta tíðliga inn - bæði í mun til tann einstaka og í mun til samfelagið. WHO hevur í novembur í ár útgivið slóðbrótandi frágreiðing um sálarheilsuna hjá ungum í Evropa. Fyri fyrstuferð hava vit drúgvar dátur, ið vísa eina signifikanta øking á mistrivnaðinum hjá ungum, somuleiðis sum vit síggja eina gjógv í mun til atgongdina til hjálp og stuðul. Við frágreiðingini heitir WHO á landsins stjórnir um at syrgja fyri, at øll ung hava atgongd til hágóðsku sálarheilsutilboð og at endurhugsa tænasturnar, soleiðis at tær hóska til tørvin hjá tí unga.

 

“Headspace er meira enn bara eitt stað at leita sær hjálp”. Soleiðis segði Lærke, ein av teimum ungu, ið luttóku í ungdómspanelinum á ráðstevnuni. Lærke greiddi frá, at Headspace eisini er eitt stað, har ung hugna sær við vinum og bara sleppa at vera, sum tey eru, uttan nakað trýst ella væntanir frá øðrum. Øll, sum luttóku í panelinum, vóru samd um, at hjálpin til ung eigur at vera skjót. Tað eigur at vera eitt stað, har mann eisini kann slappa av og hugna sær, og tað er alt avgerðandi, at staðið kennist trygt.

 

Nýggj gransking hjá Region Hovedstadens Psykiatri staðfestir somuleiðis, at Headspace ráðgevingartilboðið veruliga kann betra sálarheilsuna og trivnaðin hjá ungum. Headspace spælir ein avgerðandi leiklut í at stuðla ungum og fyribyrgja, at sálarheilsan ikki versnar. 

 

Vit hava í alt ov langa tíð bíðað eftir almennum skipanum, og nú vita vit, at átøk hjá sivilsamfelagnum rigga, og at tað hjálpur at seta tíðliga inn við fyribyrging og stuðli. Íløgan í fyribyrging er lítil, men ein sera týdningarmikil íløga í okkara ungdóm. Øll ung, ið stríðast, hava rætt til skjóta og góða hjálp og stuðul. 

Sinnisbati er sinnað at átaka sær uppgávuna at lyfta í felag saman við landi og kommunum at skapa eitt tilboð, ið gevur okkara ungdómi bestu líkindi at trívast og mennast. Hósdagin 20. novembur fer Sinnisbati á fund í fíggjarnevndini í løgtinginum, har vit fara at leggja fram okkara verkætlan at seta á stovn eitt føroyskt ungdómsráðgevingartilboð, sum hevur íblástur frá góðum royndum í Íslandi, Danmark og Noregi.

 

Okkara vón er, at fíggjarnevndin velur at stuðla verkætlanini. Tí, vit vita, hvat vit skulu gera, og latið okkum hugsavna okkum um at gera tað. 

 

- Sinnisbati