Thomas Arabo
???????
Um ein føroyingur búsettur her, ella eitt føroyskt virki, selur eina serliga tænastu uttanlanda fyri pening, so er talan um sølu av vitan. Um hendan vitan er fingin til vega á skúlabonki ella í lívsins skúla er líka mikið.
Næststørsta útflutningsvøra
Í løtuni verður nógv tosað um at finna vinnur, íð kunnu erstatta fiskivinnuna, sum jú er okkara høvuðsvinna. Tosað verður um vitanarvinnur, sum um tað er nakað nýtt fyribrigdi, at vit skulu útflyta slíkar. Vitanarvinna er longu í dag okkara næststørsti útflutningur.
Ongastaðni skrásett
Eg havi roynt at funnið fram til, hvussu stórar upphæddir íð verða tjentar til landið á hendan hátt, men tað tykist ikki at vera nøkur neyv skráseting av hesum. Ivist onga løtu í at talan er um trícifraðar milliónaupphæddir.
Vinnuskúlarnir og lívsins skúli høvuðsgrundarlagið
Størsta talið av fólki, íð selur sína vitan uttanlands, hevur sítt skúlagrundarlag á vinnuskúlunum. Her munu sjómansskúlarnir, maskinmeistaraskúlin og teir teknisku skúlarnir liggja fremst. Hundraðtals navigatørar, maskinmenn og handverkarar selja í dag sína vitan úti í heimi. Harafturat koma so fiskimenn, sum í lívsins skúla hava nomið sær serkunleika av einum og hvørjum slag.
Nýggjar vinnur komnar afturat
Seinastu árini eru so tær nýggju vinnurnar komnar afturat. Her hugsi eg um flogfólkið hjá okkum, og teir, sum við hepnari hond veita tænastur til oljuvinnuna. Nakrar av okkara edv fyritøkum eru eisini byrjaðar at fáa fótin innum á europæiska marknaðinum.
Hægru útbúgvingarnar ta veikastu umboðanina
Higartil má tíverri sigast, at tær hægru útbúgvingarnar ikki eru serliga nógv umboðaðar í vitanar útflutningi. Tað kann hava sína orsøk í tí veldugu ekspansión, ið vit hava havt í okkara umsiting. Nú tað treingist á umsitingarrókunum, sær út til at fólk byrja at ressast og vilja hava nakað at henda. Hetta er bara gott, tí her er helst eitt stórt potentiali, so tað er bara at bróta upp um ermar og fara í sving. Og so eitt hjartasuff til talsfólkini hjá hesum bólki "Tað var ikki steinøld í landinum, áðrenn tit komu til"