Roynd vinnulívsfólk fara at hava framløgur um, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum kann styrkjast.
Á skránni verða eitt nú Hákun Djurhuus og Helma Maria Tróndheim frá SEV.
##med2##
Hákun Djurhuus er stjóri í SEV, sum er ein høvuðsleikari, tá tað ræður um at fáa framt tað grøna orkuskiftið í Føroyum. SEV hevur sett sær sum mál, at øll el-framleiðsla á landi skal stava frá burðardyggum orkukeldum í 2030. Fyri at røkka hesum máli slepst ikki undan føroyskari gransking, sum gevur serstaka vitan um, hvussu oyggjasamfeløg á skilabestan hátt kunnu leggja um til varandi og grøna orku. Hákun fer at hugleiða og greiða frá, hvønn týdning gransking ítøkiliga hevur fyri, at SEV kann røkka sínum málum.
##med3##
Helma Maria Tróndheim er vinnu-ph.d-lesandi á Fróðskaparsetrinum. Granskingarverkætlan hennara er í samstarvi við SEV, har hon hevur sína dagligu gongd. Í síni ph.d.-vekætlan, sum tekur trý ár, hevur Helma Maria sett sær fyri at finna fram til, hvørjar tøkniligar loysnir kunnu stýra el-framleiðsluni frá vindmyllum og sólsellum, soleiðis at hon ótarnað kann halda fram, hóast orkukeldan er óstøðug.
Helma Maria hevur lagt granskingarúrslit síni fram bæði í Føroyum og uttanlands. Í mars 2021 fekk grein hennara serliga viðurkenning og heiður í viðurkenda tíðarritinum IEEE Open Access Journal of Power and Energy, og á Vísindavøku hjá Granskingarráðnum í september 2021 varð stuttrøðan hjá Helmu Mariu kosin tann besta. Helma Maria fer at greiða frá, hvussu lívið er lagað hjá granskaraspíra í vinnuligum høpi.
At enda verður orðaskifti undir leiðslu av Brynhild Thomsen, har spurt verður, hvussu gransking í størri mun enn nú kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið í størri mun enn nú kann gagna granskingini í Føroyum, uttan at hetta skalar frælsi granskingina.
Tað eru Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, sum skipa fyri evnisdegnum, har seinnaparturin er á tremur við royndum, netverkan og íblástri.
Tiltakið, sum verður í Kongshøll fríggjadagin 20. mai. frá 13:00 til 16:00, er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til tiltakið her: https://hugskotid.fo/skrseting-til-tiltak-20-mai