Vitjað Silicon Valley

11 leiðarar úr føroyskum fyritøkum og stovnum vóru á vitjan herfyri í Silicon Valley, fyri at kunna seg um menningina innan internetið og KT vinnur sum heild, skrivar Vinnuhúsið

Drívmegin aftanfyri vøksturin i heimsbúskapinum komandi árini verður í stóran mun internetið. Hesin nýggi samskiftismiðil fer at broyta lívið hjá tí einstaka, vinnu og samfelag, og byltingarnar fara at hava við sær eitt ótal av møguleikum. Fremstur í menningini av internet og kunningartøkni er ídnaðurin í California ? og menningin gongur við fúkandi ferð.

Henda staðfesting var ein av orsøkunum til, at 11 leiðarar úr føroyskum fyritøkum og stovnum vóru á vitjan herfyri í Silicon Valley, fyri at kunna seg um menningina innan internetið og KT vinnur sum heild. Harumframt vildi ferðalagið kunna seg um strategisk leiðsluviðurskifti, m.a. innan innovation (nýskapan) og networking (netbygnaðarsamstarv).

Frá ferðalagnum frættist, at ferðin var sera væleydnað. Vitjað var á bæði størri fyritøkum, t.d. Oracle og Hewlett-Packard, og á smærri fyritøkum, sum antin hava virkað í nøkur ár ella eru undir stovnan. Eisini vitjaði ferðalagið Stanford University, fyri at fáa innlit í hvussu útbúgving og gransking samstarva við KT vinnuna um nýskapan og menning.

Ein týðandi liður í vinnumenningini í Silicon Valley er vágafúsur kapitalur, bæði frá privatum íleggjarum og frá framtaksfeløgum. Í hesum sambandi var partabrævamarknaður ein nattúrligur liður í at fáa til vega fígging til fyritøkur.

Føroyska ferðalagi fekk eisini høvi til at verða við í einum rundborðskjaki við vinnulívsfólk í Silicon Valley um viðurskifti innan KT og KT vinnumøgleikar í Føroyum. Víst var m.a á, at stórur tørvur er á arbeiðsmegi í Silicon Valley økinum, og í fleiri førum samstarva fyritøkur i California við KT veitarar í Europa og Asiu yvir internetið.

Sonevndu »dot-com« fyritøkurnar, sum fáast við keyp og sølu á internetinum, verða spáddar stórar vakstrarmøguleikar framtíðini. Hóast føroyskt vinnuliv í dag er við í menningini á hesum øki, so var ferðin ein kveikjan til, hvussu føroyingar í enn størri mun kunna gangnnýta møguleikarnar innan KT og verða við í hesi altjóða menning.

Ferðin var samskipa av TK Stovuni.