Vitlíki og sparingar í almennum stovnum

Tingmaður vil vita, hvussu landsstýrið ætlar at vitlíki skal brúkast fyri at spara arbeiðstímar í almennu umsitingi

Tað er Uni Holm Johanensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, ein grein 52a fyrispurning um, hvussu almennir stovnar kunnu brúka vitlíki í sínum arbeiði fyri at leysgeva arbeiðstímar til aðrar uppgávur.

Spurningarnir hjá honum eru soljóðandi:

1. Nær verður almenna heildarætlanin um vitlíki liðug og løgd fyri Løgtingið at skifta orð um?

2. Hvørji stig ætlar landsstýriskvinnan at taka komandi tíðina, so vitlíki kann setast í verk og brúkast í almenna geiranum?

3. Hvørji dømi eru um, at almennir stovnar hava lagt um og gagnnýtt vitlíki í sínum arbeiði í 2025, og hvussu er produktiviteturin í arbeiðstíðini ávirkaður av hesum sama?

Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir Uni Holm Johannesen á, at vitlíki fer komandi árini at lætta munandi um arbeiðsgongdirnar á nógvum almennum arbeiðsplássum. 

– Uppgávur kunnu loysast við færri arbeiðstímum, og tað fer at broyta arbeiðsdagin hjá nógvum starvsfólkum. Spurningurin er nú fyrst og fremst, hvussu skjótt og skipað tað skal setast í verk, sigur hann.

– Í øðrum londum er vitlíki farið at arbeiða við ávísum umsitingarligum uppgávum, sum er við til at stytta bíðitíðirnar hjá borgarum og geva starvsfólki betri tíð at hugsavna seg um aðrar uppgávur - tildømis, tá skrivlig arbeiði, lóggávuarbeiði, roknskapareftirlit, røntgenmyndir, undirvísingarætlanir, forritarauppgávur, veðurforsagnir og nógv annað skulu gerast og greinast. Í Føroyum eru eisini dømi um hetta sama, umframt kjattbottar, ið skriva og skilja føroyskt, og sum kunnu leiðbeina og svara spurningum frá fólki alt samdøgrið, vísir Uni Holm Johannesen á.

Hann sigur víðari, at tað politiskt tað neyðugt at hava tamarhald á tøkniligu umskipanini, so rætt verður farið fram – eisini við atliti at dátuvernd og trygd. Í heyst fór landsstýrið so undir tiltrongda arbeiðið at gera eina heildarætlan um vitlíki og orða eina visión fyri almennu nýtsluna av vitlíki.

– Onnur Norðurlond eru frammarliga á økinum. Í Finnlandi verður arbeitt miðvíst við vitlíki og automatisering. Norra hevur sett sær fyri at vera fremst í talgildingini, har almenni geirin skal vera ein drívmegi. Í Svøríki hava tey eisini góðar royndir at vísa á, og ein dagførdur vitlíkispolitikkur skal eftir ætlan leggjast fram í vár. Og í Danmark eru tey eisini so smátt farin at seta vitlíkisskipanir í verk í almennu umsitingini, heilsuverkinum, eldrarøktini og aðrastaðni, og stjórnin hevur sett sær fyri, at vitlíki skal leysgeva 30.000 ársverk fram til 2035, sum ístaðin kunnu brúkast aðrastaðni í almenna geiranum.

– Fyri at fáa innlit í broytingarnar, sum fara fram her heima, og hvussu landsstýrið ætlar at handfara hetta frameftir, so verða hesir spurningar settir, sigur Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður. 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur nú tvær vikur at svara spurningunum.