Silvurvinnararnir av Skála hava fingið eina trupla byrjan í Formuladeildini í ár. Liðið hevur spælt tveir dystir og hevur bert fingið eitt stig higartil. Tað var seinast, tá ið teir spældu á útivølli í Klaksvík.
Nú spælir Skála aftur á heimavølli, og hesaferð kemur stigleysa liðið úr Suðuroynni, VB/Sumba, á vitjan.
Hetta er ein heimadystur, sum Skála í fjør tapti, men tað er tó eingin ivi um, at heimaliðið er stórfavorittur hesferð. Og Johan Nielsen kann eisini fegnast um, at hann hevur allar spælarar tøkar, nú málmaðurin Vlada Filipovic ikki longur er leikbannaður.
Hjá VB sigast allir mans vera tøkir, nú teir skulu gera enn eina roynd at fáa fyrstu stigini í ár.