Vøkstur í rakstrinum upp á 4,9 prosent

Meirilutin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum hevur hildið fast við rakstrarvøksturin á 4,9% samanborið við samtyktu fíggjarlógina fyri 2024

 

Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú

Tað er sama tal sum játtanarkarmar og fíggjarlógaruppskotið eisini løgdu upp til. Meirilutin skrivar í álitinum, at hetta er óvanligt, um tað nakrantíð er hent áður.

– Meirilutin hevur tó gjørt umraðfestingar innan fyri raksturin á 9,0 mió. kr. Hetta tal er íroknað økta játtan til Løgtingið eftir áheitan frá Formansskapinum umframt afturtikna uppskotið innan tillagað starv (lm. 17/2024) á umleið 2 mió. kr. Harumframt kemur rakstrarvøksturin í broytingaruppskotinum frá landsstýrinum á smáar 3,5 mió. krónur, skrivar meirilutin, sum er umboðini hjá samgonguni. 

Saman við tillagingum í útreiðslum og metingum av útreiðslum á rakstrarsíðuni geva broytingarnar hjá meirilutanum eitt yvirskot í rakstrinum á smáar 100.000 kr. umframt at seta fram broytingaruppskotið hjá landsstýrinum; hetta tryggjar útreiðsluvøksturin á 4,9%.

– Hartil hevur meirilutin í Fíggjarnevndini gjørt raðfestingar innan løgur og løgukendar játtanir á 10,8 mió. kr. Av hesum eru er 5,1 mió. kr. umraðfesting og 5,7 mió. kr. økt raðfesting, skrivar hann í áltinum til fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum.

 

 

Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú