Vøksturin minkar

500 færri komur og fráferðir vóru um flogvøllin

– Seinastu tvey árini og fyrstu mánarnir í 2013 hevur vøksturin í ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum verið rættiliga markantur, men nú sær út til at vøksturin er avtakandi.

 

Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Hann vísir á, at vøksturin í august var einans 2,1 prosent ella 562 ferðafólk, um samanborið verður við august í 2012. Samlaði vøksturin higartil í ár er sostatt 5,6 prosent ella 8.829 ferðafólk.

 

– Ein av orsøkunum til avtakandi vøksturin kann vera, at summarferðaætlanin hjá Atlantic Airways byrjaði seinni í 2013 enn í 2012. Tó so at summarflúgvingin til London gongur inn í september í ár. Ein onnur orsøk kann vera eitt lægri tal av flogtúrum ímillum Føroyar og umheimin, sigur hann.

 

Frá januar til august í 2012 var talið av komum og fráferðum umvegis flogvøllin í Vágum 3.565. Higartil í ár er talið av komum og fráferðum 3.067. Hetta er ein minking á 14 prosent.

 

– Havast skal tó í huga, at einki offshore virksemi hevur verið í 2013, og at hetta stóð fyri umleið 3,5 prosent í 2012. Væntandi verður aftur offshore virksemi í 2014, sigur Jákup Sverri Kass.