MVH á Hjalla hevur seinnu árini havt umboðsavtalu við Volvo Trucks í Danmark um sølu, viðlíkahlad og umvælingar av størri akførum í Føroyum. Men tá MVH lat aftur í november mánað í fjør, hevur einki Volvo umboð verið í Føroyum. Hetta hevur havt við sær nakað av órógv á marknaðinum og hava eigarar av Volvo lastbilum og bussum verið í iva um, hvønn teir skulu seta seg í samband við um møguligar umvælingar og viðlíkahald. Men nú er hetta komið upp á pláss. Volvo Trucks í Danmark hevur valt Petur Larsen p/f í Fuglafirði sum partnara, tá tað kemur til størri akfør, t.e. lastbilar og bussar. Avtalan verður undirskrivað um miðjan mai, men eru teir hjá Petur Larsen p/f longu farnir í gongd og hava teir nógv at gera.
Petur Larsen p/f er ein familjufyritøka, sum annars ikki kend úr akfarsvinnuni. Fyritøkan hevur síðani stovnan tíðliga í sjeytiárunum burturav arbeitt í fiskivinnuni. Øll hesi árini hevur fyritøkan umboðað týsku verksmiðjuna Baader í Føroyum. Baader framleiðir góðskumaskinur, sum m.a. verða nýttar í fiskiídnaðinum. Í 2002 flutti fyritøkan virksemi úr kjallaranum heima hjá Peturi Larsen í nýggjan virkisbygning á havnarlagnum í Fuglafirði. Síðan tá er virksemið vaksið nógv og í dag hevur felagið framvegis umboð fyri Baader, umframt Fomaco og onnur merki. Eisini er virksemið í vælútgjørdu smiðjuni nógv vaksið. Øll hesi árini hevur høvuðsvirksemið hjá Petur Larsen p/f verið innan fyri fiskivinnuna. Hóast vit nú hava fingið umboðsavtalu við Volvo um størri akfør, fara vit at veita fiskivinnuni somu góðu tænastu, sigur Atli Larsen, sum er annar av eigarunum. Virksemið við Volvo verður hildið fyri seg, og hava vit í hesum sambandi sett Torleif Nón, at vera dagligan leiðara fyri hesum virkseminum. Atli arbeiðir framvegis burturav við Baader og afturat sær hevur hann 1-2 montørar.
Volvo virksemi
Tá vanliga virksemið okkara minkaði í 2009 og útlitini fyri vaksandi virksemi í 2010 ikki vóru tey bestu, valdu vit at seta vit eina stóra liftu upp á verkstaði okkara í Fuglafirði, soleiðis at vit kundu átaka okkum smávegis arbeiði við lastbilum og bussum, sigur Torleif Nón, sum júst er settur í starv sum dagligur leiðari á nýggja lastbila- og bussverkstaðnum hjá Petur Larsen p/f. Vit høvdu frammanundan fleiri fyrispurningar frá bileigarum í økinum um umvælingar og oljuskift, og kundi hetta vera eitt íkast til høvuðsvirksemi hjá felagnum, sigur Torleif.
Síðani november mánað síðsta ár er hetta virksemi vaksið nógv og síðstu tríggjar mánaðirnar hava vit havt úr at gera, sigur Torleif. Í hesum tíðarskeiðnum hava vit havt samband við Volvo Trucks í Danmark í samband við eykalutir, umvælingar o.a. og nú tá avgerð um nýggjan Volvo partnara í Føroyum skuldi takast, vildu vit gjarna bjóða okkum fram, sigur Torleif. Nú er so avgerðin tikin, og vit fegnast um, at valið fall á okkum, leggur Torleif afturat.
Fyrst í juni mánaða flyta vit lastbila- og bussvirksemi úr bygningi okkara í Fuglafirði í nýggjan bygning á havnarlagnum í Hvalvík. Tó koma ávísar umvælingar og arbeiði á størri akfør at vera gjørdar í Fuglafirði, sigur Torleif Nón. Hann leggur afturat, at inntil latið verður upp í Hvalvík verður alt virksemi í bygningum í Fuglafirði.
Í dag starvast millum sjey og átta fólk á deildini hjá Petur Larsen p/f, sum hevur við fiskivinnuna at gera. Á nýggja lastbila- og bussverkstaðnum starvast, umframt Torleif, eitt fólk hálva tíð. Í næstum verður tó søkt eftir 2-3 fólkum til nýggja virksemi, sigur Torleif Nón at enda.