Svenski bilframleiðarin Volvo kallar fleiri enn 40.000 av sínum el-EX30 SUV-bilum aftur, tí battarípakkarnir eru í vanda fyri at verða ovurhitaðir.
Tað segði Volvo við tíðindastovuna Reuters í dag.
– Vit seta okkum nú í samband við eigararnar av øllum raktu bilum fyri at vegleiða teir á næstu stigunum, stendur í boðunum frá Volvo.
Sambært Reuters skulu háspenningsbattaríini í bilinum skiftast.
Tilsamans eru 40.323 bilar av EX30 við einum og við tveimum motorum ávirkaðir av hesum.
/Ritzau/










