Tær stóru altjóða bilaframsýningarnar eru ofta staðið, har nýggir konseptbilar verða sýndir fram fyri at vita, hvussu teir verða móttiknir av øðrum designarum, tíðindafólkum og hvat fólk annars halda um bilarnar
Bilar
Magnus Gunnarsson
'
Møguliga framleiddur
Volkswagen hava ofta okkurt spennandi nýtt á árligu bilaframsýningunum, sum eru í Detroit í januar mánaða. Hesaferð møttu teir upp við ?VW Mikrobus?, sum er ein nútímans útgáva av gamla ?Rugbreyðinum? sum kom fram í 1950.
Innrættingin er rættuliga liðilig, soleiðis at stólarekkjurnar í miðjuni kunnu snarast 180 stig, so tey ferðandi kunnu venda ímóti hvørjum øðrum undir koyring. Um nýggja ?Rugbreyðið? verður sett í framleiðslu, er ov tíðliga at siga nakað um enn. Eftir at VW Beetle fyrstu ferð varð sýndur fram í Detroit sum konseptbilur, gekk ikki long tíð til hann kom á marknaðin, so vit fáa at síggja.
Kelda: FDM / Motor