Watson fongslaður í 24 dagar

Paul Watson er varðhaldsfongslaður í Grønlandi fram til hálvan august

Í gjár var Paul Watson handtikin í Nuuk í Grønlandi. Hann var umborð á skipinum John Paul Dejoria, sum legði at fyri at bunkra.

 

Japanskir myndugleikar hava givið út altjóða handtøkuboð fyri Paul Watson, og í gjár fór løgreglan í Grønlandi umboð á John Paul Dejoria eftir Watson.

 

Ritzau skrivar, at Paul Watson skal sita í varðhaldi í Grønlandi fram til 15. august, tá ið støða skal takast til, um hann skal útflýggjast til Japan.

 

Danska løgmálaráðið skal taka støðu til, um 73 ára gamli Paul Watson skal útflýggjast ella ikki.