Sea Shepherd leiðarin Paul Watson hevur nú sett eina gamla teldu hjá sær til sølu á eBay.
Hann sigur, at hann hevur brúkt telduna til at leiða Sea Shepherd felagsskapin, meðan hann búði í Fraklandi. Tað var um tað mundið, tá ið Sea Shepherd førdi herferðir ímóti grindadrápi í Føroyum.
Nú hevur hann strikað alt, sum lá á telduni, og bjóðar fólki at keypa hana frá sær. Saman við telduni fáa fólk eisini eina váttan um, at Watson hevur átt telduna.
Í løtuni er hægsta boðið upp á telduna góðar 2600 krónur. Uppboðssølan endar í annaðkvøld.
Einki stendur um, hvat pengarnir, sum koma inn fyri søluna, skulu brúkast til.