Eitt flogfar hjá Widerø í Noregi, sum er á veg úr Bergen til Molde, hevur vent aftur, tí flogfarið hevur tekniskar trupulleikar.
- Flogfarið fór á flog klokkan 20.15, lokala tíð og er framvegis í luftini, váttar samskiftisleiðarin hjá Widerø, Catharine Solli.
Tað er Bergens Tidende, sum bera hesi tíðindi í kvøld.
Samskiftisleiðarin sigur, at flogfarið skal lenda í Flesland, áðrenn tað fer til tekniskar kanningar á støðini í Bergen.
Í løtuni er ógreitt, hvørjir teknisku trupulleikarnir eru.
- Flogfarið er í luftini, og tí mugu teknisku kanningarnar bíða, sigur Catharine Solli.
Lagt verður aftrat, at tað ætlandi verður sama manning, sum fer í eitt annað flogfar í Flesland, og ætlanin er at flúgva seinkaðu ferðafólkini til Molde seinni í kvøld.
Dagføring:
Sambært norskum miðlum lendi Widerøe-flogfarið í øllum góðum aftur í Flesland í Bergen, og bæði manning og ferðafólk vórðu flutt yvir í eitt annað flogfar.
Men, nú gjørdist trupulleikin, at tað fór at kava í Bergen, og tá flogfarið skuldi gera seg til reiðar at fara á flog, varð flogvøllurin stongdur.
Samskiftisleiðarin hjá Widerø, Catharine Solli, sigur, at talan ongantíð var um, at flogfarið sendi út neyðarkall, ei heldur varð nakað tilbúgvingarátak sett í verk.
Á hesi leinkju í Bergenstidende kann lesast um fleiri hendingar, har ymiskir trupulleikar hava verið við flogførum hjá Widerø - https://www.bt.no/hendelser/i/RzaGXx/wideroee-fly-fra-bergen-maatte-snu-etter-tekniske-problemer
##med2##